Nøgdur hóast reytt

Tað gekk hart fyri seg, tá Michael Laudrup og Getafe vitjaðu hjá Atletico Madrid um vikuskiftið

Heimaliðið vann dystin 1-0, og hjá Getafe gjørdist uppgávan ikki lættari av, at teir fingu tveir mans riknar av vøllinum. Getafe hevur í fimtan dystum fingið seks reyð kort, men hóast hetta, so var Laudrup nøgdur eftir dystin. – Eg fái illa verið annað. Verður sæð burtur frá málinum, so halda vit teimum púrasta frá møguleikum, og eg haldi ikki, at okkara menn spæla órímiliga hart, segði hann við fjølmiðarnar eftir dystin.