Nøgdur um sigurin

Ásgeir Sigursson var sum vera man nøgdur um sigurin, men hann tóktist ikki heilt fegin um leiklutin, sum íslendsku miðlarnir hava havt í upptaktini til dystin

Venjarin

Sum fyrrverandi stórleikari í týskum fótbólti kennir Ásgeir Sigursson helst alt til, hvussu stórt trýstið í yrkisfótbólti kann vera.
Men hann ásannaði, at trýstið á sær í seinastu minuttinum av dystinum móti Føroyum hevði verið stórt ? sera stórt.
- Sæð yvir ein kamb, so haldi eg vit høvdu uppiborið at vinna dystin, og eg eri eisini væl nøgdir við tað spæl, sum leikarar mínir vístu í dag.
- Serstakliga í fyrra hálvleiki haldi eg, at okkara spæl gekk væl. Kanska ikki mitt á vøllinum, har vit ikki í nóg stóran mun fingu gjørt okkum dælt av at vera tríggir móti tveimum, men á kantunum gekk væl, og vit skaptu eisini fleiri vandastøður.
- Í seinna hálvleiki gekk kanska ikki heilt so væl við hesum, men tað var júst eftir eina slíka støðu, at vit skoraðu sigursmálið, og hejsi trý stigini gera í øllum førum, at tað nú verður væl lættari hjá okkum at fara undir næstu uppgávurnar.
Her í blaðnum endurgóvu vit landsliðsvenjaran fyri at siga, at talan var um landaskomm, um Ísland ikki vann dystin. Hetta vóru annars orð, sum saman við »skandalu« høvdu staðið í íslendskum bløðum í døgunum upp til dystin.
Spurdur um trýstið, sum hevði verið á sær seinastu løtuna, viðgekk Ásgeir eisini, at hetta hevði verið stórt, men tá ein blaðmaður so dittaði at spyrja, um hetta nú vildi verið tann skandalan, sum lagt hevur verið upp til, kom sinni í venjaran.
- Eg havi ongan tíð nevnt orðið skandala, og heldur ikki landaskomm. Tað er nakað, sum tit hava lagt mær í munnin, var svarið, og tá spurningurin var settuir einaferð enn, var greiða svarið bara: Eg havi longu svara hasum. Eru aðrir spurningar?

Ónøgdur um málið
Um føroyska spælið helt íslendski venjarin annars, at hetta gjørdist júst so torført, sum hann hevði ímynda sær.
- Sum lið standa føroyingar seg sera væl, og teir megnaðu at gera tað sera trupult fyri okkum, men eg haldi tó hinvegin, at vit hildu teimum heilt væl.
- Eg eri tó ikki nøgdur við málið, sum teir fáa. Ikki akkurát tí teir fáa mál, men tí hetta kemur eftir luftbólt, og júst í luftini eri eg annars av teirri fatan, at her vóru mest sum allir hjá okkum sterkari enn teir, so hasa støðuna má eg heldur síggja umaftur. Í øllum førum bendir tað á, at verjan hjá okkum ikki var nóg væl skipað í støðuni, helt Ásgeir Sigursson at enda, áðrenn bæði hann og íslendsku blaðmenninir vendu eyguni móti komandi dystinum hjá Íslandi, sum verður móti Litava nú mikudagin.