Nú ger 07 Vestur klárt til botnbrakið ímóti AB

(FM1) Høgni Egilstoft Nielsen staðfestir uppiborið tap ímóti B36 á heimavølli í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen, ið saman við liðfeløgunum tapti 1-3 ímóti B36 á heimavølli á Dungasandi í Sørvági í dag.

 

Tapið sendir 07 Vestur á aftasta pláss, men 07 Vestur kann við sigri á AB á Argjum komandi sunnudag toga seg upp á 9. plássið aftur. 9. plássið kann verða bjargingin um B68 ikki tekur sær onnur ráð fyri í næstbestu deildini. Toftamenn eru í løtuni fýra stig frá uppflytingini. Høgni Egilstoft Nielsen gleðir seg nógv til botnbrakið ímóti AB.

 

Um 1-3 tapið ímóti B36 heldur Høgni, at hann og liðfelagarnir kunnu verða nøgdir við fyrra hálvleik tá tað var javnleikur 0-0. Men tað gekk ikki eins væl í seinna hálvleiki, og tá B36 var á odda við trimum málum, og 07 Vestur eisini fekk Charlie Machell vístan av vølli seinastu løtuni gjørdist brekkan brøtt.

 

Samrøðan FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER