Heidi Petersen
tingkvinna Tjóðveldis floksins
Vestmanna
???????????????????
Skelkandi skattalætti
Tað var ikki sørt at tað skelkaði, tá Útvarp Føroya bar tíðindini, um hvussu útrokningarnar uppá skattalættan, eftir undirskjalinum hjá nýggju samgonguni, fór at síggja út.
Í Norðurstreymoy snúði nógv av valstríðnum seg um tann "hemmiliga" skattalættan hjá Sambandsflokkinum, við nýggja fíggjarmálaráðharra á odda. Tað var kanska ikki so løgið, tá hann segði seg hava verið við at útvikla skattalættauppskotið. Hann førdi fer eftir fer fram, at vit í Tjóðveldisflokkinum ikki høvdu fata skattalættauppskotið rætt, og at hansara uppskot eisini fór at geva lágu inntøkunum skattalætta.
Vit í Tjóðveldisflokkinum ávaraðu ímóti at skattalættin, við teimum fáa upplýsingunum sum sluppu út undir valstríðnum, bert kom at geva teimum vælbjargaðu fyrimun, meðan verkamaðurin og flakakvinnan ongan lætta fóru at fáa, og at vit hildu tað vera sera ábyrgdarleyst at lova skattalætta í einum valstríði, uttan at vísa á hvussu hesin skuldi fíggjast.
Tað er tí við stórun harmi vit í dag ásanna at vit fingu so dyggiliga rætt. Eftir uppskotinum í undirskjalinum hjá samgonguni fær verkafólkið eftir 4 árum um 123,- kr. í skattalætta um mánaðin. Fólk við høgum árslønum, um 300.000,- kr., fáa umleið 1.7000,- kr.í skattalætta um mánaðin og stjórðin, sum bæði vinnur 500.000 og hevur trygga eftirløn, fær 2.800,- kr. um mánaðin í skattalætta. Hvar eru vallyftini um at skattalættin skuldi koma øllum samfelagsbólkum til góðar? Hetta vil eg kalla villeiðing av grovasta slag.
Samhaldsfasta samfelagið ofra fyri persónligar ambitiónir.
Veljarin kann við góðum grundum spyrja, hvar er Javnaðarflokkurin í hesum skattalætta roki? Veljarin kann eisini við røttum spyrja hvønn samfelagsbólk Javnaðarflokkurin umboðar. Eru tað bert tey fastløntu við almennum lønum og góðari eftirlønarskipan, sum hava umboðan á tingið gjøgnum Javnaðarflokkin? Ikki sambært tí flokkurin førdi fram í valstríðnum, nei, tá var hann bæði samhaldsfastur og tryggur, og tað var ikki eiti á sum bollarnir vóru góðir í suppuni, hon mest sum kókaði yvir av berum c vitaminum. Men gakk, tað reyk alt fyri borð tá hann tevjaði maktina og løgmannssessin. Tá var verkamaðurin og flakakonan gloymd, tá vóru c vitaminirnar til øll gloymdar, tí tá var bert pláss eftir til tað eina, og tað var teimum persónligu politisku ambitiónunum.
Tjóðveldisflokkurin trygdin fyri samhaldsfesti
Í løtuni er einasta trygd fyri einum samhaldsføstum samfelagið Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin sum var stovnaður av fiskimanna og verkafólki kring landið við endamálinum um eitt verðuligt fólkaræði í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Flokkurin sum hevur til endamáls at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð, har ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur hevur framíhjárætt til vald og ognir landsins. Flokkurin sum hevur til stevnu at allir Føroyingar hava somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.