Nýggi felagsstovnurin eitur Vørn

Nú hava Fiskiveiðieftirlitið, MRCC Tórshavn, Tórshavnar Radio, Tilbúgvingarstovnur Føroya og Veðurtænastan fingið eitt felags heiti, sum er Vørn.

Tað var í fjør, at avgjørt var, at leggja stovnarnar saman undir ein stovn.Endamálið var, at samskipa partar av virkseminum, har hetta var gjørligt. Nevnast kann felags roknskapar- og fíggjarstýring, journalstýring, innkeyp og annað.

Mett varð eisini, at rættast hevði verið við einum felags heiti fyri samanløgdu stovnarnar. Heitt varð á starvsfólk á stovnunum, at koma við uppskotum til nýtt navn. Áheitan varð eisini send Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Hópin av frálíkum uppskotum vórðu send teimum, ið skipa fyri samanleggingini. Endin varð, at uppskotið frá Jógvan í Lon Jacobsen, deildarleiðara á Føroyamálsdeildini, varð mett sum best hóskandi. Jógvan í Lon Jacobsen skeyt upp, at nýta orðið Vørn sum felags heiti fyri samanløgdu stovnarnar.

- Orðið merkir varðhald og verja. Fyrimunurin við tí er, at tað er stutt, lítið brúkt, lítið kent og tí eisini óslitið. Orðið er gamalt og hevur eisini verið brúkt í føroyskum skaldskapi, sigur Jógvan í Lon.

Listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt nýggja búmerkið.

- Búmerkið hongur neyvt saman við navninum Vørn. Sjálvt um virksemið hjá samanlagda stovninum kann sigast at vera ymiskt, so er felagsnevnarin samskifti. Merkið er teknað sum ljóð, sjónligar ella talgildar bylgjur millum sendara og móttakara og hesar møtast á miðjuni. Signal er eisini eitt orð mann kann seta á, signal eins og ein boya er tað, og sum merkið eisini kann síggjast sum.

Vørn er skrivað við stavum við norðurlendskum sniði, og sum bera brá av rúnum. Serliga Ø-ið, ið eisini hevur okkurt maritimt yvir sær, havi eg spælt mær við. Samanlagt myndar nýggja búmerkið ein autoriteran myndugleika, sum við sínum samskifti og leiðslu á ymsu økjunum luttekur í talgilda samskiftis samfelagnum, greiðir Edward Fuglø frá.