Tann nýggi, írski hjálparvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum, John McDonell, er á fyrsta sinni á vitjan í Føroyum hetta vikuskifti.
Saman við landsmanninum, høvuðsvenjaranum, Brian Kerr, er ætlanin at síggja fleiri fótboltsdystir hetta vikuskifti.
Fyrsti dysturin John McDonnell sá í Føroyum, var dysturin fríggjakvøldið millum NSÍ og EB/Streym, sum endaði 2-1 til NSÍ.