Nýggi hvalbiartrolarin klárur um ein mánaða

Í gjár vóru hvalbingar á veg til Føroyar við nýggjum trolara, teir hava keypt úr Íslandi. Hann skal nú á beding, áðrenn hann fer til fiskiskap

Skipskeyp

Hvalba: Í gjár vóru hvalbingar á veg til Føroyar við trolarunum, sum teir hava keypt úr Íslandi.
Tað er íslendski trolarin, Dala- Rafn, úr Vestmannaoyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt.
Tað eru menninir aftanfyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat.
Felagið, sum eigur nýggja trolaran, nevnist Sjaðaklettur og Sjaðaklettur er eisini navnið, teir hava givið nýggja trolaranum, í hvussu so er fyribils.
Mikkjal Hammer, vanliga nevndur Mikki, er reiðari á nýggja trolaranum og hann var við yviri í Íslandi eftir trolaranum og væntandi skuldu teir verða í Føroyum í gjárkvøldið.
Ein annar av oddamonnunum, Jákup Pauli Hammer, sum er skipari á Steintór, sigur teir hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi.
Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av landinum, og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi.
Sjaðaklettur er ein djúpvatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men reiðarin á Steintóri sigur, at hann er væl hildin. Maskinorkan er er 1500 hestar.
Hann kostar fýra milliónir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap.
Jákup Pauli Hammer væntar, at trolarin fer at standa teimum í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Hann segði stutt fyri evstamark í gjár, at Sjaðakelttur væntandi fer á beding á Skála, har tað verður gjørt við hann, sum skal og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fisksikap um ein mánaða.
Hann fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba


MYND AV Trolara

Nýggi hvalbiartrolarin hevur fingið navnið Sjaðaklettur, men um tað verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn