Nýggi hvalbiartrolarin liggur nú á Skála

Á midnátt týskvøldið kom nýggi hvalbiartrolarin til Føroyar úr Íslandi. Hann skal nú á beding á Skála, áðrenn hann fer til fiskiskap

Skipskeyp

Hvalba: Á midnátt týskvøldið komu Hvalbingar til Føroyar við nýggja trolaranum, teir hava keypt úr Íslandi.
Tað er íslendski trolarin, Dala- Rafn, úr Vestmannaoyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt.
Tað eru menninir aftanfyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat og sunnukvøldið fóru teir úr Íslandi til Føroyar við skipinum.
Sjey mans sigldu trolaran heim, tveir íslendingar og fimm føroyingar. Veðrið var ófantaligt, men teir halda, at skipið bar seg væl.
Felagið, sum eigur nýggja trolaran, nevnist Sjaðaklettur og trolarin hevur eisini fingið navnið Sjaðaklettur. Men um hetta verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn.
Menninir aftanfyri Steintór hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi.
Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av landinum, og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi.
Sjaðaklettur er ein djúpvatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men hann er væl hildin. Maskinorkan er er 1500 hestar.
Hann kostar fýra milliónir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap og væntandi fer hann at tátta í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Sjaðaklettur fer nú á beding á Skála, har tað verður gjørt við hann, sum skal og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fisksikap um ein mánaða.
Mikkjal Hammer, vanliga nevndur Mikki, er reiðari og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fiskiskap síðst í februar mánað.
Tað verður Tórhallur Randrup, sum skal føra Sjaðaklett, hann hevur verið skipari á Mýlingi
Nýggi hvalbiartrolarin fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba.