Eg var ovfarin av at síggja, at Smyril var so flottur og gjøgnumførdur, sum hann í veruleikanum er. Har hava vit veruliga fingið nógv fyri pengarnar.
Soleiðis sigur Her Niclasen, sum umframt at vera stjóri á Ferðaráð Føroya eisini er millum teirra, sum nýta suðuroyarleiðina sera nógv. Bæði hann og konan eru ættað av Tvøroyri, og tey eru í Suðuroy so gott sum hvørt vikuskifti.
Heri Niclasen hevur verið í ferðavinnuni í nógv ár. Hann hevur verið marknaðarleiðari bæði hjá Smyril Line og hjá Atlantsflog, áðrenn hann gjørdist stjóri á Ferðaráð Føroya.
Heri Niclasen hevur tí innlit sum fáur í føroysku ferðavinnuna, og sum suðuroyingur eisini sera gott innlit í júst farleiðina til Suðuroyar.
Eg merkti mær serliga orðini hjá Jógvani við Keldu, sum vóru ein beinleiðis áheitan á vinnuna í Suðuroy um at menna vinnulív og ferðavinnu í oynni, segði Heri Niclasen. Hann heldur, at suðuroyingar eiga at gera sær dælt av, at tað júst er Jógvan við Keldu, sum nú er landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvík í 16 ár. Hann veit sum fáur, hvussu tað er at virka í einum útjaðaraøki, og tá hann vísir á, at initiativið eigur at koma frá suðuroyingum, so eiga fólk í suðuroy at taka hann upp á orðið, tí hann er tann higartil best møguligi innlendismálaráðharrin fyri suðuroyingar, heldur Heri Niclasen, sum heitir á suðuroyingar at smíða, meðan jarnið er heitt.
Skulu økja inntøkumøguleikarnar
Í útvarpinum hevur seinastu dagarnar verið víst á, at Smyril er ov stórur, og at skipið fer at sigla fleiri túrar so at siga tómt, um ikki fleiri fólk fara at ferðast við nýggja skipinum, enn tað vóru við gamla Smyrli.
Eg haldi, at tað er heldur løgið at koma við hasum kritikkinum júst nú, tá skipið liggur á fjørðinum. Hasi tølini hava verið kend so leingi, sá hasin kritikkurin átti at verið komin fyri langari tíð síðani, heldur Heri Niclasen.
Hann heldur ikki, at tað er rætt nú at fara at keglast um, hvørt tað er rætt at nýta so nógvar pengar upp á suðuroyarleiðina.
Hetta minnir meg um kjakið í Danmark undir kreppuárunum, tá tosað varð um, hvørt danir høvdu ráð at hava Føroyar ella ikki. Vit eiga ikki at leggja upp til slíkt kjak í Føroyum, um vit nú hava ráð at nýta 33 mió kr upp á Suðuroynna ella ikki. Hetta er tað, sum tað kostar, og tað er so tað
Tað er nú upp til ferðavinnuna at skapa møguleikar, soleiðis at hinin 85% af Føroya fólki eisini fáa høvi at at vitja Suðuroynna og harvið økja um inntøkumøguleikarnar bæði í Suðuroy og sjálvandi eisini fyri suðuroyarsiglingina.
Heri Niclasen vísir á, at áhugin hjá føroyingum fyri at ferðast í egnum landi er vaksandi, og hann væntar, at áhugin fyri at ferðast til Suðuroyar fer at vaksa enn meira, men hvussu nógv, tað veldst sjálvandi um tey tilboð, sum vinnan í Suðuroy fer at koma við, heldur Heri Niclasen.
Tá Sosialurin hitti Hera Niclasen var hann staddur á Tvøroyri, har Ferðaráð Føroya og ferðavinnan í Suðuroy hildu økisfund. Tað var av tilvild, at fundurin var í Suðuroy júst nú, men júst hetta málið fóru tey at umrøða, segði Heri Niclasen.
Heri Niclasen heldur eisini, at nýggi Smyril eigur at verða brúktur á øðrvísi hátt. Hann heldur, at skipið er vælegnað til ráðstevnur og fundir, og um virki og virkisleiðslur í Føroyum fara at leggja eina vitjan í Suðuroy inn á fundarskráirnar, so er hetta ein frálíkur møguleiki við nýggja Smyrli.
Tríggjar túrar um dagin
Heri Niclasen heldur, at nýggi Smyril eigur at sigla millum Havnina og Suðuroy tríggjar ferðir um dagin.
- Vit vita, at suðuroyarleiðin kostar 33 mió kr árliga at reka. Skapa vit skipinum fleiri inntøkur, so minkar hetta talið sjálvandi, og koma fleiri ferðafólk til Suðuroyar, so eru eisini fleiri inntøkumøguleikar hjá vinnuni í Suðuroyar.
Men er tað ikki gjørligt at fáa skipið at sigla tríggjar túrur um dagin alt árið, so má alternativið verða, at skipið siglir tríggjar túrar í summarhálvuni kanska frá mai til oktober, heldur Heri Niclasen.
Av og á hava røddir verið frammi um, at strandfaraskipini eiga at hava skeinkiloyvi. Og tosar man um at gera serligar útferðir við Smyrli ella um hann verður nýttur til ráðstevnur, fundir og veitslur, so kann spurnigurin koma aftur upp at venda. Men hvat heldur Heri Niclasen um tað?
Fyri meg er tað ikki avgerandi, um Smyril fær skeinkiloyvi ella ikki. Tað má vera upp til Strandferðsluna at gera av, men eg hugsi ikki, at tað fær nakra ávirkan á ferðafólkatalið, tí ferðfólkini fara at sigla til Suðuroyar, um Smyril hevur skeinkiloyvi ella ikki. Men um leiðslan á Strandferðsluni finnur tað fyri gott, so eiga teir at gera tað, heldur Heri Niclasen.
Ikki í uttanlandssigling
Onkur hevur nevnt, at framstigið við nýggja Smyrli er eins stórt, og tað var, tá gamli Smyril kom í 1975. Heri Niclasen vísir tó á, at tørvurin er so nógv brottur síðani tá.
Vit hava nú vant okkum við bilferjur. Tað var ikki vanligt í 1975, tí var tað ein stór kollvelting tá. Tann Smyril, sum var fram til 1975 tók einar 10 bilar, meðan tann nýggi tá tók um 120 bilar, tað var sjálvndi ein stór broyting. Nýggi Smyril í dag er nógv størri, og komfortin er nógv betri, skipið er eisini sjóbetri og gongur skjótari.
Men nýggi Smyril eigur ikki at fara í uttanlandssigling. Tað eiga teir, sum fáast við uttanlandssigling at taka sær av, er greiða hugsanin hjá Hera Niclasen.
Hann vísir á, at Smyril ikki er dimensioneraður til uttanlandssigling. Hann er bygdur til innanlandssigling í Føroyum.
Fleiri ferðast til Suðuroyar
Seinastu tvey árini hevur ein greiður vøkstur verið í ferðafólkatalinum til Suðuroyar. Hetta heldur Heri Niclasen bæði skyldast teimum tilboðum um gisting og útferðir, sum vinnan í Suðuroy hevur boðið eins og átakinum »Ferðast í egnum landi«, sum nógv hevur verið lýst við í miðlunum.
Ferðamaðurin og suðuroyingurin Heri Niclasen fegnast um nýggja skipið. Hann vónar ikki, at vit fara at hoyra meira gremj um, at suðuroyarleiðin er ov dýr.
Uppgávan er nú at fáa tær 33 milliónir krónurnar, sum leiðin er mett at kosta, at minka við fleiri inntøkum á leiðini, sum skulu gera nýggja Smyril til eitt veruligt vinnutól.