Birgir og Hákun fingu handaða gávu frá starvsnevndini fyri Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll fyri góða og trúgva tænastu. Nýggjur hallarstjóri er Frank Mikkelsen og hallarvørður er Dánjal Samuelsen.
17. mars bleiv Dánjal Samuelsen settur sum hallarvørður við Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll á Hálsi í Havn. Dánjal, ið er 44 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Sandavági. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og arbeiddi sum sjálvstøðugur bygningssnikkari og timburmaður í Vágum. Í 1994 flutti hann til Danmarkar at búgva, har hann arbeiddi sum timburmaður, til hann flutti heimaftur til Føroya at búgva í 2002 og búsettist í Havn. Dánjal er giftur við Katrin, f. Johannesen, úr Havn, og eiga tey tveir synir og tvær døtur.
1. apríl bleiv Frank Mikkelsen settur sum hallarstjóri við Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll á Hálsi í Havn. Frank, ið er 45 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Hann flutti sum ungur til Danmarkar at búgva, tó arbeiddi hann í Føroyum okkurt tíðarskeið. Frá 1980-85 búði hann í Spanien, har hann arbeiddi sum rørleggjari og lærari í træsmíð. Frá 1985-91 arbeiddi hann í Grønlandi og sigldi sum kokkur við grønlendskum rækjuskipi. Síðan 1991 hevur hann búð í Danmark, har hann fekk sær skiparaútbúgving og arbeiddi sum húsavørður á einum ellis- og røktarheimi, til hann flutti heim aftur til Føroya síðst í mars. Frank er giftur við Fíu, f. Husgaard, úr Havn, og eiga tey ein son og eina dóttir.