Nýggir møguleikar fyri foreldur hjá børnum við breki

Í døgunum frá 10. – 13. mars kemur Larz Thielemann aftur til Føroya at halda fyrilestrar fyri foreldrum og fakfólki. Eisini bjóðar hann viðtalur til foreldur hjá børnum við heilaskaða.

Tíðindaskriv frá Javna
-----

Í samstarvi við Javna kemur Larz Thielemann, nervapraktikari, til Føroya at hava viðtalur fyri foreldur at børnum við øllum sløgum av menningartarni. Viðtalurnar verða í hølunum hjá Javna við Hoydalsvegin 40.

Eisini fer hann at halda fyrilestur um heilaskaða, har hann eitt nú viðger spurningin um heilaskaði kann lekjast, og um tað finst nakar veruligur valmøguleiki til vanligu viðgerðina.

Í 10 ár hevur Larz Thielemann granskað í neurologiskari menning. Ígjøgnum árini hevur hann hjálpt meira enn 200 børnum við ymiskum serstøkum trupulleikum. Hann eigur dóttrina Evu, sum einaferð var ógvuliga heilaskadd, men í dag hevur hon tað gott og er væl fyri.

Foreldraviðtalan inniheldur:
• Útflýggjan av mappu við týdningarmiklum upplýsingum, greinum og leiðbeiningum.
• Gjøgnumgrípandi útgreining við atliti til at finna fram til hvar í heilanum trupulleikarnir eru.
• Skipan av eini funktionellari sjúkugreining í einum menningarprofili
• Viðgerðarskrá við neyvum ávísingum um hvat foreldur kunnu gera her og nú.
• Heimsins heilsubestu kostætlan við innbygdari skiftiskostætlan.
• Møguleika fyri at keypa fiska- og plantuoljur

Fyrilestrarnir innihalda:
• Kann heilaskaði lekjast
• Er nakað veruligur valmøguleiki til vanligu viðgerðina
• Hvat kunnu foreldur veruliga gera
• Hvat kunnu stovnarnir gera øðrvísi
• Neurologisk venjing – hvat er tað og hvat er at gera
• Matur sum heilivágur, aveitran og oljur
• Ilt og andadráttar albøting. Fær heilin nóg mikið av ilt.
• Filmsbrot av børnum sum venja og hava vant.
• At lesa er at síggja. Lær barn títt at lesa.

Skrá:
Hósdagin 11. mars 2010
09.00 – 20.00 Foreldraviðtalur

Fríggjadagin 12. mars 2010
13.00 – 16.00 Fyrilestur í hølunum hjá Fjálva í niðastu hædd á Hoydalsvegi 40
19.00 – 22.00 Fyrilestur í skúlanum við Løkin í Runavík

Leygadagin 13. mars 2010
09.00 – 12.00 Foreldraviðtalur

Kostnaður:
Fyrilestur: kr. 100,00
Foreldraviðtala: kr. 2.900,00