Nýggir sáttmálar millum reiðarar og manning

Einki verkfall hesaferð. Reiðarafelagið og manningarfeløgini undirskrivaðu sáttmálan á miðnátt týskvøldið í satt og semju.

Eftir nærum tvey døgn á Hotel Hafnia, eydnaðist semingsmonnunum John Rajani og Niels Sørensen at fáa nýggjan sáttmála í lag millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini.

Gamli sáttmálin var settur at ganga út á miðnátt mánakvøldið, men hesaferð slapst undan verkfalli, tí samráðingarnar gingu væl, hóast Reiðarafelagið hevði umfatandi sáttmálastrukturellar broytingar í uppskoti.

Tað var eisini Reiðatafelagið, ið segði gamla sáttmálan úr gildi.

Millum uppskotini hjá reiðarunum var nýggj skipan, ið gekk burtur frá eykapørtunum og til nýggja skipan við prosentbýti, eftir nærri útgreinaðum reglum.

Hetta hevur m.a. við sær, at býtisprosentið fellur ið fallandi manningartali.

Eisini er ymiskt nýtt í sáttmálanum viðvíkjandi uppsagnartíð, sjúku og frítíð.

Hetta við býtisprosentum varð longu avtalað til sáttmálasamráðingarnar fyri tveimum árum síðani.

Men verkfall beiv einki og í sátt og semju undirskrivaðu manningarfeløgini og Reiðarafelagið nýggja sáttmálan á miðnátt týskvøldið.

Manningarfeløgini tykjast hampuliga væl nøgd, meðan tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Reiðarafelagnum.

Manningarfeløgini, ið hava skrivað undir sáttmálan eru Føroya skipara- og Navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið.