Nýggir sjúkrarøktarfrøðingar

Mikudagin 28. januar 2009 var prógvhandan á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, har 15 lesandi fingu prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað kann til stuttleika nevnast at í tíðarskeiðinum, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lært, hava tær fingið tilsamans 15 børn, og tvey eru á veg. Tó hava ikki allar fingið børn.


Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Í februar 2000 var skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Skúlin hevur síðani virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum.


Í 2003 kom nýggj løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum ein útbúgving á bachelorstøði. 


Tær sum fingu prógv: Jacobina Jacobsen, Kristianna Sørensen, Laila Petersen, Lýdia Vesturdal Vesturtún, Malan Lützen, Mariann Johansen, Nicolina Niclasen, Rannvá Jansdóttir Simonsen, Vanja Tórhalla Vestergaard, Annfríð Haraldsen, Beinta Hansen, Birita Johansen, Dina Gram Lydersen, Jóhanna Sofía (Fía) Tørslev Pedersen og Hjørdis Dagmar Nolsøe.