Lars Olsen hevur í morgun úttikið A-landsliðshópin til dystin ímóti Sveis á Tórsvølli tann 9. juni.
B36-spælararnir Eli Falkvard Nielsen og Patrick Johannesen hava fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð, og Karl Løkin úr NSÍ og Ári Mohr Jónsson úr HB hava spælt seg inn í hitan aftur.
Tríggir profilar á landsliðnum eru ikki tøkir til dystin. Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Olsen eru skaddir, og Jóan Símun Edmundsson er leikbannaður.
Hópurin við teimum 23 spælarunum sær soleiðis út:
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Framherjar
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn