Nýggir tónar í oyrunum á Sjúrði Skaale

Nýggi, føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale er væl nøgdur eftir at nývaldi, danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, helt sína setanarrøðu í Fólkatinginum í morgun.

Í røðuni hevði hon eisini nøkur orð til føroyingar og grønlendingar.

Hon segði:

Regeringen ønsker et stærkt rigsfællesskab. Men det er selvfølgelig det færøske og det grønlandske folk, der afgør det fremtidige forhold til Danmark.

Færøerne og Grønland har et forståeligt behov for et eget demokratisk fundament under deres samfund. Regeringen respekerer fuldt ud de ønsker om en egen forfatning, som drøftes på Færøerne og i Grønland. Men vi lægger samtidig vægt på, at en færøsk og en grønlandsk forfatning skal kunne rummes inden for rigsfrellesskabets rammer, så længe Færøerne og Grønland er en del af vores fællesskab.

Við hesum ger hon greitt,at ein føroysk stjórnarskipanarlóg skal ikki koma í stríð við ríkisfelagsskapin.

Men Sjúrður Skaale heldur, at hetta eru heilt aðrir tónar enn teir, vit hoyrdu frá Lars Løkke Rasmussen.

- At fáa í lag opið og konstrukivt samskifti við danskar myndugleikar var eitt av vallyftum Javnaðarfloksins upp undir fólkatingsvalið.

- Síðani valið hava Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale havt góðar fundir við sosialdemokratisku leiðsluna, og tað er at fegnast um, at tað sæst aftur.

Sjúrður Skaale heldur, at røðan hjá forsætisráðharranum var sera positiv og at tað er eitt úrslit av teimum góðu samrøðunum.

- Nú stendur tað til føroyskar myndugleikar at gera av, um og hvussu farast skal víðari við málinum um stjórnarskipan Føroya, sigur Sjúrður Skaale.