Við nýggjum hølum í miðbýnum er Salong Afrodite vorðin munandi meir sjónlig í býarmyndini í Klaksvík
Tað var ein liður í at hækka tænastustøðið enn meira, tá Salong Afrodite í gjár lat upp í nýggjum hølum í miðbýnum í Klaksvík.
Tað siga tær tríggjar, Joan Baldvinsson, Jóna Eydnugarð og Jórun Mc. Leod Jacobsen, sum í felag nú reka frisørstovuna Afrodite.
Tær vísa á, at í dag er ikki longur nokk at duga sítt handverk sum frisørur. Tú mást eisini hugsa um at vera sjónlig og vera har, ið fólk eru og koma.
Tí hava tær valt at flyta heim á Klaksvíksveg, har stóru partur av handilslívinum heldur til, umframt at parkeringsviðurskiftini eru rættiliga góð.
Umframt hárviðger og make-up veitir Salong Afrodite eisini ráðgeving inna litir og hárprodukt.
Salongin heldur nú til á ovaru hæddini á Klaksvíksvegi 58