Um mánaðaskiftið mai-juni 2000 varð ein ráðstevna hildin í Havn undir heitinum modernað málvísindalig ástøði og føroyskt. Hetta var ? sum heitið avdúkar ? ein málvísindalig ráðstevna, sum varð hildin á Føroya læraraskúla. Fyrilestrarnir á hesi ráðstevnu eru nú komnir út í bók, sum Novus-forlagið í Oslo gevur út saman við Málráð Norðurlanda.
Fyrilestrarhaldararnir á hesi ráðstevnu vóru kendir og samstundis viðurkendir málfrøðingar; allir vóru teir útlendingar. Teir eru serfrøðingar hvør á sínum øki, og teir hildu fyrilestrar um ymisk evni í málvísindunum. Hugskotið til hesa ráðstevnu kom frá Kurt Braunmüller professara við universitetið í Hamburg. Hann setti seg í samband við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum við hugskotinum at skipa fyri eini slíkari ráðstevnu. Endamálið skuldi vera at seta føroyskt inn í ein ástøðiligan samanhang ella sagt við øðrum orðum at greiða frá ymsum háttaløgum og seta tey í samband við føroyskt. Hetta var sostatt ein ráðstevna við einum rættiliga ástøðiligum innihaldi. Hetta hildu vit vera sera áhugavert og neyðugt, tí vit halda, at vit sum arbeiða við føroyskum, okkum vantar ofta tað ástøðiliga apparatið, ella sagt við øðrum orðum so vantar okkum ofta tað ástøðiliga innlitið, sum er neyðugt, tá ið arbeiðast skal við málsligum spurningum á høgum støði. Vit kunnu siga, at henda bók viðger tað føroyska málið sæð úr níggju ymiskum sjónarhornum, serliga við atliti at teimum nýggjastu rákunum í málvísindaligum ástøðum. Eitt greinarheiti lýsir væl, at tað her er talan um, at ástøðini kunnu geva føroyskum nakað, men samstundis kann føroyskt geva ástøðunum nakað: Syntactic theory for Faroese and Faroese for syntactic therory.An example of a symbiotic relationship.
Hesi mállæruligu (grammatisku) og alment málvísindaligu sjónarhorn eru umboðað í bókini: Fonetikk og fonologi, bendingarmorfologi og máltypologi, setningafrøði, vesturnorðurlendsk málsøga, samfelagsmálvísindi (sociolingvistik), málnormering og málkontakt, norðurlendskur málfelagsskapur og tvímæli. Rithøvundarnir eru: Jørgen Rischel (Keypmannahavn), Stig Eliasson (Mainz/Uppsala), Kurt Braunmüller (Hamborg), Höskuldur Þráinsson (Reykjavík), Helge Sandøy (Bergen), Gunnstein Akselberg (Bergen), Ulla Börestam Uhlmann (Uppsala) og Charlotte Hoffmann (Salford). Málið í bókini er dansk, norskt, svenskt og enskt.
Greinirnar í hesi bók við tí danska heitinum Moderne lingvistiske teorier og færøsk fata um nógvar greinir innan málvísindini, og viðgerðin ber brá av, at greinskrivararnir eru á heimabeiti og eru meinkunnugir við síni evni. Endamálið við bókini er at styrkja granskingina av nýføroyskum og tess søgu og at vekja áhugan fyri føroyskum sum tí minsta av teimum norðurgermansku málunum. Bókin vendir sær bæði til tey, ið arbeiða við norðurlendskum og málvísindafólk og eisini til teirra, sum lesa norðurlendskt og ella almenn málvísindi.
Kurt Braunmüller og Jógvan í Lon Jacobsen hava lagt bókina til rættis.