Nýggj føroysk frímerki

Mánadagin 22. september gevur Postverk Føroya út nýggj frímerki

- eitt smáark við tíggju frímerkjum, sum ímynda trøllakampar og tvey

frímerki, ið avmynda gamlar krossar.

Arkið við trøllakampum hevur Edward Fuglø teknað, meðan hini

bæði frímerkini hevur Anker Eli Petersen lagt til rættis.


Virðini á frímerkjunum eru 6,00, 8,00 og 10,00 kr, hetta tí at postgjøldini

verða broytt tann 9. oktober 2008.