Nýggj ferðatilboð í Sandoynni

Onkur nýggjur gongutúrur verður gjørdur í Sandoynni í summar, og meira verður gjørt burtur úr Dímunartúrunum. Annars er skráin, sum leiðslan fyri ferðavinnuna í Sandoynni hevur lagt fyri summarið, á leið tann sama sum undanfarin ár

 

Ferðavinna

Sandoy: Ætlanin er at gera nakrar túrar av Sandi út í Stóru Dímun í summar. Ein nýggjur gongurtúrur verður gjørdur á fjøllunum. Eisini eru gongurtúrar úti í Skúvoy, gongurtúrar á Sandoynni umframt sigling undir bjørgunum vestantil og kvøldsetur á skránni.

Ein nýggjur gongutúrur er á skránni hjá Kunningarstovuni á Sandi í summar. Tað er gongutúrur úr Skopun suður í Slavansdal, har steðgað verður við húsini í dalinun, og luttakararnir fáa ein bita at eta. Síðan verður gingið víðari oman í Traðardal, fram við Vatninum Traðarmegin oman til Mølheyggjarnar, har túrurin endar.

Í summar verður gjørt meira burtur úr túrunum út í Dímun. Marna Jakobsen á Sandoyar Kunningarstovu sigur, at túrarnir út í Stóru Dímun hava verið gjørdir fyrr. Men ikki so fyriskipaðir, sum ætlanin er, at teir skulu vera í ár.

Nú verður farið fyrr undir at lýsa við teimum, umframt at tey, sum fara við, fáa møguleika fyri at keypa mat til túrin, eins og gjørt verður á øllum hinum túrunum, Kunningarstovan skipar fyri í Sand- og Skúvoynni. Ein standard menu er, sum ferðamaðurin fær við. Men er okkurt serligt ynski, ber altíð til at finna út av tí, sigur Marna Jakobsen á Sandoyar Kunningarstovu.

Tað verður seksæringurin Hvíthamar hjá Jóan Peturi Hentze á Sandi, sum fer at sigla ferðafólkini út í Dímun. Tað er bara pláss fyri 12 fólkum hvørja ferð, so neyðugt er at siga frá í góðari tíð á Sandoyar Kunningarstovu, um ein ætlar sær út í Stóru Dímun í summar.

Jóan Petur Hentze siglir eisini undir bjørgunum vestan fyri Sandoynna við ferðafólki. Hesin túrurin er rættiliga spennandi, tí tað er ikki bara fuglur, sum er at síggja vestan fyri Sandoynna. Norðantil undir bjørgunum er rættiliga fitt til av kópi, sum er so mikið spakur, at væl ber til at koma fram at honum at taka myndir.


Gongutúrar

Ferðavinnan í Sandoynni er í stóran mun bygd á gongutúrar. Í sjálvari Sandoynni eru fleiri, men eisini úti í Skúvoy verður skipað fyri gongutúrum við ferðaleiðara.

Túrurin í Skúvoy verður gjørdur norður á Fagradal, har serligur dentur verður lagdur á at vísa tað ríka fuglalívið í oynni.

Men sjálvandi verður eingin túrur í Fagradal, uttan at Rannvá eisini er við í ferðini. Tað var jú á Fagradali, Rannvá búði, tá hon varð burturvíst, og skúvoyingar vita at siga frá Rannvátoft og Rannvákeldu.

Ein annar túrur, tey vænta sær nógv av í Sandoynni í summar, er drunnhvítatúrurin í Norðasta Haga í Skálavík.

Í fjør varð ein slíkur túrur gjørdur. Kombineraður við eina konsert soleiðis, at fyrst varð hildin konsert ,og síðan varð farið ein miðnáttartúr, sum tey nevndu tað, norður undir Borgina eystantil á oynni.

Undirtøkan var so miki góð, at tey ivast ikki í at gera tað aftur. Heldur hugsa tey um at gera fleiri túrar í summar. Fyrireikingarnar eru í gongd, og tónleikarar hava játtað seg til konsertirnar.

Ein annar túrur, sum gerast kann, er gongutúrurin eftir gøtuni millum Skarvanes og Dal.


Kvøldseta og gisting

Eisini verður ætlandi skipað fyri mentunartiltøkum í oynni í summar, sigur Marna Jakobsen. Hon greiðir frá, at dalbingar hava í hyggju at skipa fyri kvøldsetu í Eiriksgarði, har eitt nú ullararbeiði verður sýnt fram, sum tey vitjandi so kanska eisini kunnu sleppa at royna. Ein livandi framsýning, sum tey nevna tað. Og ivaleyst verður onkur annar táttur av føroyskari mentan eisini at síggja og hoyra í Dali.

Sandoyggin er hampiliga væl fyri til at taka í móti ferðafólki, sigur Marna Jakobsen á Sandoyar Kunningarstovu. Tá Teistin einaferð kemur í sigling, verður tað rættiliga nógv lættari at ferðast til Sandoynna, og tey vænta eisini fleiri fólk tá.

Saniteru viðurskiftini á Sandi og í Skálavík eru í lagi, so fólk fáa altíð gjørt síni ørindi. Eisini í Skúvoy og í Dali fer hetta at vera komið upp á pðláss nakað skjótt, vænta tey.

Gistingarmøguleikarnir eru fyrst og fremst í Ísansgarði. Ein trupulleiki er tó, at hann er nakað lítil, men stendur tó fyri eini útbygging.

Annars eru aðrir møguleikar sum Ból og biti (Bed & breakfast), umframt at møguleiki er hjá bólkum at leiga okkurt av teimum nógvu felagshúsunum, sum jú eru í hvørjari bygd í oynni, at gista í.