Nýggj fløga við Ad Libitum

Henda nýggja fløgan er eitt savn av upptøkum, ið ongantíð hava verið givnar út fyrr

Henda nýggja fløgan, 'Musical Gems', hjá Ad Libitum er eitt savn av upptøkum, ið ongantíð hava verið givnar út fyrr. Her eru tveir sangir, sum Hermannn Jacobsen (19421988) sang inn í 1979, tá ið tað virkismikla Sjónvarpsfelagið tók upp í Líknum í Eysturoynni. Milson Zachariasen tók ljóðið upp, og Torbein Rein filmaði.

Kassettan Ad Libitum - Soft Classics - kom út í 1983, og sama innihaldið kom út á fløgu í 1993. Sjónvarp Føroya tók 12 løg upp í Havnar Klubba í 1997 til sjónvarpssendingina Ad Libitum millum vinir. Ætlanin var at leggja hesi løg á fløgu, men eitt óhapp bar í sær, at frambandið hvarv.


Seinni fann Ad Libitum eitt hampiliga gott kassettukopi, og á hesi nýggju fløguni eru fleiri løg, m.a. sangirnir við Duritu Dam og Robert McBirnie. Heðin Thomsen útvegaði upptøkuútgerð, og Ad Libitum fór undir at taka nýggj løg upp í 2015, men heilsan hjá Thomas Michael Smith (1936-2017) fór at bila so meint, at bara tvey løg, Ständchen og Russisk romansa, vóru liðug.


Upprunin til Ad Libitum spratt í 1976, tá ið Thomas Michael Smith og Finnbogi Johannessen spældu á mentanarstevnu í Føroyum, og síðan fóru teir tríggir, Thomas Michael Smith, Poul Engberg Poulsen (1921-2000) og Finnbogi Johannessen at hugna sær við mandolin- og guitarspæli. Teir tríggir fingu Hans Christian Clementsen, guitar, Niels Símun Johannesen, bass, og Christian Poulsen, slagverg, upp í orkestrið, og soleiðis varð Ad Libitum til við tí tónleiki, ið hevur eyðkent orkestrið síðan 1977 til henda dag.