Nýggj flogruta til eysturoyingar og norðoyingar

Nú Vágatunnilin verður tikin í nýtslu hækkar Strandferðslan um tænastustøðið, og bjóðar millum annað eina nýggja flogrutu til fólk í Eysturoynni og Norðoyggjum. Samtíðis hevur Strandferðslan megnað at varðveita somu ferðaseðlaprísir, hóast stovnurin skal gjalda tvær milliónir árliga til P/F Vágatunnilin

Nú koyrandi verður undir Vestmannasund, kunnger Strandferðslan nýggja ferðaætlan vestur í Vágar. Fasta sambandið um sundið styttir munandi um tíðina, tað tekur at koyra úr Vágum inn á meginøkið. Og eisini verður sambandið inn í Eysturoynna munandi betri, tí nú verður ein flogruta at koyra inn í Eysturoynna og til Leirvíkar, so eisini norðoyingar fara at sleppa skjótari og lættari vestur í Vágarfld
- Eg meti, at vit við hesi ferðaætlanini hava megnað at lyft tænastustøðið munandi, sigur Pól Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni. Hann vísir á, at nú koyrandi verður heilt vestur á flogvøllin, styttir tað munandi um tíðina, tað fer at taka at koyra vestur.

Somu prísir
Hóast Strandferðslan skal gjalda umleið tvær milliónir um árið til P/F Vágatunnilin, so verður tað ikki dýrari at koyra við bussi til og úr Vágum. Ein ferðaseðil úr Havn vestur í Vágar fer framvegis at kosta 100 krónir eins og eitt mánaðarkort framvegis fer at kosta 1050 krónur.
- Vit vænta, at nógv fólk framvegis fara at ferðast aftur og fram, t.d. millum Vágar og Havnina til arbeiðis ella í skúla, sigur Pól Jákup Thomsen. Hann vísir á, at túrurin við bussi bara fer at taka trý korter, so fólk tørva ikki at fara so tíðliga frá húsum, fyri at vera til arbeiðis ella í skúla í Havn klokkan átta um morgunin.
Aðrastaðni í blaðnum lýsir Strandferðslan við nýggju ferðaætlanini, ið tey hava valt at nevna fyri eina royndarferðaætlan. Pól Jákup Thomsen sigur, at møguliga verða onkrar tillagingar gjørdar seinni, vísir tað seg at vera rættast.