Kappingin í estetiskum fimleiki er so nýggj í Føroyum, at hetta er fyrsta ferðin, at kappast verður um føroyameistaraheitið innan hetta slag av fimleiki. Kappigin verður 3. mars kl. 19.30.
Formurin er broyttur nakað frá Grand Prix fimleikinum, sum vit áður hava sæð nógv til í Føroyum. Fyri tað fyrsta so onki krav í ár at íðkararnir skulu gera eina íðkan við amboðum, og í øðrum lagi er karmurin kring íðkanina øðrvísi. Ljóskastarar verða settir fram við gólvinum, og høllin verður myrkaløgd. Hetta gevur ein heilt øðrvísi og hátíðarligan dám til kappingina. Heldur ikki íðkararnir eru teir somu á at líta, sum teir vóru fyrr. Nógv verður gjørt burtur úr búnum og sminku, fyri at fáa fram tann tóna, sum fimleikararnir lýsa við íðkanini.
Venja øðrvísi
Eisini sjálvur fimleikurin er øðrvísi, tí í estetiskum fimleiki eru rørslurnar meira líkar teimum, vit eru von við at síggja í sjónvarpinum enn teimum, vit eru von við at síggja í hallunum her heima. Hetta hevur eisini havt við sær stór krøv til venjarar og fimleikarar við øðrvísi og nógv meiri venjing hjá gentunum, venjingin hevur verið upp til 4-5 ferðir um vikuna, tí meira skal gerast við styrki og liðiligheit, og kroppurin verður sum heild nýttur á ein øðrvísi hátt enn áður.
Hesin háttur at venja er nýggjur fyri øll í Føroyum, so bæði einstøku feløgini og fimleikasambandið hava fingið hjálp frá venjarum og dómarum frá londum, ið eru meira køn innan estetiskan fimleik, og fyrstu úrslitini av hesum arbeiði vera at síggja fríggjakvøldið.
Kappast í HM
Sjálvt um kappingin verður fríggjadagin, er ikki komið á mál hjá føroysku gentunum. Øll trý lið fara 21 mars til Tallin í Estlandi, har tey skulu kappast í heimsmeistarakappingini fyri lið, so føroyameistaraheitið er bert eitt stig á einari leið við stórum avbjóðingum fyri føroyskan fimleik.
Fyri at stytta um stundir hjá áskoðarunum meðan dómararnir gera sítt í kappingini, verða trý lið av dansarum frá Tvøroyra fimleikafelag við.