Mánamorgnar framyvir verður nýggj fyrrapartssending á FM1 nevnd "10.05".
Vertur verður Óli G. Samuelsen. Evnini í sendingini verður um alt møguligt, og ætlanin er, at gestir skulu vitja Rásarúmið í Krosslíð 2 í Havn hvønn mánadag fyrrapart.
Gestir mánamorgunin 6. mai verða Jack Højgaard av Toftum, Magni Mohr í Havn, og Jákup Súni Berg í Havn.
80 ára gamli Jack Højgaard er ein knassi, og hann hevur m.a. í einum høgum aldri megnað at súkkla til París saman við Team Rynkeby.
Samrøðan við Magna Mohr og Jákup Súna Berg kemur at snúgva seg um heilsu og venjing.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr vertin, Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini.