Nýggj internetatgongd á jólum

Síðani fjarskiftistænastan var givin upp til fríða kapping eru sprottin fleiri feløg, sum ætla sær at geva Føroya Tele kapping. Seinasta skotið á stammuni er nýggja fyritøkan Vita, sum í fyrsta umfari fer at leggja seg eftir at bjóða kundunum skjótari og betri internettænastur enn stóri kappingarneytin

Eins og í londunum kring um okkum, varð fjarskiftistænastan í Føroyum givin upp til fría kapping fyri ikki so langari tíð síðani. Føroya Tele hevur ikki longur einkarrætt til fjarskiftistænasturnar, og hóast tað kann tykjast sera møtimikið at fara undir at kappast móti eini so stórari og grundfestari fyritøku, so kann ikki sigast annað enn, at tað grør um gangandi fót á fjarskiftisøkinum.

Fyri stuttum fingu tvær nýggjar fyritøkur loyvið frá fjarskiftiseftirlitinum at bjóða út ymsar fjarskiftistænastur, og í hesi vikuni kom enn ein slík fyritøka á marknaðin.

Aftur hesaferð er talan um eina nýggja fyritøku, og í tíðindaskrivi frá Vita, sum nýggja fyritøkan eitur, verður sagt, at teir fyrst og fremst fara at leggja dent á at bjóða føroyingum eina skjótari og betir internettænastu.

Men tað merkir ikki, at fyritøkan bert fer at arbeiða við internetinum, men onkustaðni skal byrjast, og tá eigararnir eru somu menn, sum eiga KT-fyritøkuna VIT, so er tað næstan ein sjálvfylgja, at teir byrja við internettænastunum.

Ólavur Ellefsen sigur, at VITA fer at leggja seg eftir at bjóða kundunum eina betri og effektivari internetatgongd.

? Vit ætla at bjóða kundum okkara ISDN samband til internetið. Fyrimunurin við ISDN sambandið er, at tú kanst brúka bæði telefon og internetið samstundis, og haraftrat er ISDN sambandið munandi skjótari enn vanligt samband.

Ólavur Ellefsen vísir á, at tað í grannalondum okkara er alt meira vanligt við ISDN sambandi, men her í Føroyum hava prísirnir fyri eina ISDN íbinding verið so ótrúliga høgir.

? Hetta ætla vit at gera nakað við, sigur Ólavur Ellefsen.

Sum nevnt omanfyri, so er ætlanin hjá Vita ikki at steðga við ISDN sambandinum.

? Nei, Vita er ein fyritøka, sum framhaldandi fer at bjóða nýggjar tænastur fram.

Kann ein hugsa, at tit fara at bjóða mobiltelefoni eisini?

? Tað er ikki óhugsandi, men í fyrsta umfari halda vit okkum til internetatgongdina.

Tað eru eigararnir av Vit, sum hava stovna fyritøkuna, men teir hava ikki ætlanir um einsamallir at eiga fyritøkuna.

? Vit fara at økja um kapitalgrundarlagi hjá fyritøkuni og tað hava longu verið fleiri fyrispurningar, sigur Ólavur Ellefsen.

Men kann tað hugsast, at tit fara at samstarva við útlendskar fyritøkur?

? Tað er møguligt, sigur Ólavur Ellefsen og vísir á, at um teir fara at bjóða eitt nú fartelefoni út, so er neyðugt, at samstarva við útlendskar fyritøkur, og tað er tí heldur ikki óhugsandi, at vit fara at samstarva við tær á annan hátt, sigur Ólavur Ellefsen.

Men í fyrsta umfari verður denturin sum sagt lagdur á internettænasturnat, og nýggja fyritøkan byrjar á marknaðinum um jóltíðir.