Sunda kommuna er millum tær kommunur í Føroyum, ið best merkja økta áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland. Mett verður at árliga vitja umleið 100.000 ferðafólk tær tríggjar bygdirnar Tjørnuvík, Saksun og Gjógv.
Tað er eingin loyna, at økti ferðafólkastreymurin gevur nógv lív til nakrar av hesum bygdunum og gevur eisini fólki møguleikan at vinna nakað av pengum av ferðavinnuni, um vilji er fyri tí.
Viljin tykist at vera til staðar í Tjørnuvík har hjúnini Søren Magnussen og Naiana Azevedo Magnussen seinasta vikuskifti lótu upp eina kaffistovu. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Kaffistovan hevur fingið navnið Sand og hevur umleið 20 sitipláss inni. Harumframt ber til at seta seg oman á sandin at eta.
Sunda kommuna upplýsir, at kaffistovan fer at selja døgurðamat og dessert umframt kaffi og leskidrykkir. Opið er mánadag-leygardag frá kl.11.00 - 20.00 og sunnudag frá kl.13.00 - 20.00.