Nýggj kunngerð skal minka um oljudálking

Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur undirskrivað bunkringskunngerðina, sum verður lýst í næstu útgávu av Kunngerðablaðnum. Landsstýriskvinnan hevur tikið avgerð um at lýsa bunkringskunngerðina, sum fekk breiða undirtøku í landsstýrinum. Kunngerðin verður væntandi lýst í komandi viku, tá næsta Kunngerðablaðið kemur.

Í kunngerðini eru eitt nú reglur um ábyrgdarbýtið hjá veitarum og móttakarum og um skilhald meðan bunkrað verður. Ein fortreyt fyri at bunkra er, at veitari og móttakari hava ein trygdarfund og útfylla ein eftirlitslista, har støða skal takast til, hvørt bunkringin er nóg væl fyrireikað og fyriskipað av pørtunum. Eftirlitslistin skal handast havnamyndugleikanum, áðrenn bunkringin kann byrja. Eisini eru krøv um frágreiðingar frá veitara og móttakara í sambandi við oljudálking, at havnamyndugleikin skal hava fráboðan minst tveir tímar, áðrenn bunkrað verður og annað.

Harumframt er ásett krav um brúk av flotsperringum, tá bunkrað verður við tungolju. Hetta krav kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2011 av tí at stundir mugu verða til innkeyp av útgerð.

Kunngerðin heimilar eisini eina loyvisskipan til kommunur og havnir, sum ynskja at søkja um góðkenning til, at skip kunnu bunkra og flyta olju á sjóøki, sum er undir kommunalum myndugleika. Hetta er ein broyting í mun til verandi støðu, tí bann hevur verið fyri at bunkra á sjónum seinastu tvey árini.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, vónar, at nýggju reglurnar fara at minka um mongu dálkingaróhappini runt um í landinum.