Tað eru Ingeborg Bugge, listfrøðingur, og Lydia Didriksen, rithøvundur, sum hava skrivað hesa fyrstu bókina í eini røð sum er ætlað at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri myndlistini.
Bókin »Myndir í myndum« leggur dent á, at børn kunnu hugna sær við at hyggja at myndum og tosa um tær saman við vinum ella vaksnum.
Myndirnar eru býttar sundur í 9 ymisk evni, og til hvørja mynd eru nakrir spurningar settir, sum børnini kunnu hugsa um.
Kanska spurningarnir fáa børnini at kanna myndina nærri og at undrast, ella kanska spurningarnir fáa tey at seta nýggjar spurningar heldur enn at svara – og tað er júst tað, sum ætlanin er við bókini.
Listasavn Føroya eigur ella hevur allar 18 myndirnar í bókini í varðveitslu.
Innbundna bókin, telur telur 48 síður og er at fáa á føroyskum ella donskum.