Nýggj Maður:Glotti fløga

Einki hevur verið at hoyrt til Maður:Glotti í eini 8 ár, men í fjør fekk bólkurin sær myspace heimasíðu, og nú er greitt, at ein nýggj fløga er á veg Bólkurin er farin undir at ljóðblanda fløguna, ið væntandi verður givin út seinni í ár. Á myspace síðuni myspace.com/maurglotti ber til athoyra eitt nýtt lag, lagið Bussurin. Byrjunar reglan buss, buss, buss, eg droymi um ein muss, vísir, at fløgan tekur tráin upp eftir hinum útgávunum.

 

Maður:Glotti vísti á fløgunum Sum (Tutl, 1997) og Nakin (Tutl, 1999), at talan var um mest heilstoyptu elektronisku tónleikaverkætlan, ið Føroyar hava fostrað. Á konsertum flutti bólkurin fløguútrykkið á pall uttan trupuleikar. Nakin hevði meira av tí akkustiska við, og á lagnum Bussurin tykist hesin tráur at vera tikin upp.

 

Fløgurnar hjá Maður:Glotti vaktu stórar kenslur og vóru viðkomandi. Men eftir útgávuna av Nakin, hvarv bólkurin av sjónarringinum.

 

Messell, hevur verið virkin sum singer/songwriter í Norður Jútlandi. Hann hevur givið fleiri útgávur út og spælt rættiliga fitt m.a. á fleiri festivalum.

 

Ova er nú vorðin Dennis Agerblad. Dennis hevur eins og Messell verið sera virkin. Við performance bólkinum Dunst, hevur hann ferðast kring Evropa. M.a. hevur hann spælt inn tvey løg á fløguni hjá Dunst.

 

Dennis greiðir frá, at orsøkin til at Maður:Glotti hevur verið óvirkin øll hesi árini, fyrst og fremst er ein tíðarspurningur.

 

- Vit hava báðir havt so nógv at gera, at vit ikki hava havt stundir til Maður:Glotti. Nú eri eg í einum føstum forholdi, og hetta ger, at eg ikki ferðist líka nógv við Dunst, sum eg havi gjørt, tí var eisisni tíð til Maður:Glotti.

 

myspace.com/maurglotti

madurglotti.dk

 

myspace.com/messell

songsbymessell.com

 

myspace.com/dennisagerblad

dennisagerblad.dk

dunst.dk