10-MANNAFØR
Tað er nógv, sum bendir á, at kappingin millum 10-mannaførini fer at vera meiri spennandi í 2002, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Í fjør vann Havnarbáturin allar FM róðrarnar. Tað er longu greitt, at tað fara havnarmenninir ikki at gera í ár. Eysturoyingurin vann á norðoyarstevnuni. Spurningurin er so, um hann verður førur fyri at endurtaka bragdið hjá Havnarbátinum í fjør og sama bragdið, sum teir umborð á Eysturoyinginum framdu í 1998 og í 1999. Tá var báturin hjá teimum nýggjur, og teir vunnu allar róðrarnar ? bæði árini.
Merkisvert var tað á norðoyarstevnuni, at Vestmenningur, sum vann á stevnuni á Skála ? tá var talan kortini ikki um FM róður ? hesa ferð endaði á fjórða plássinum. Og tað er uppaftur meiri merkisvert, at munurin frá Vestmanninginum og fram til Eysturoyingin var tjúgu sekund. Á stevnuni á Skála luttók Havnarbáturin ikki. Munurin millum tríggjar teir fremstu bátarnar ta ferðina ? Vestmenningin, Eysturoyingin og Klaksvíkingin ? var bara eitt hálvt sekund. Tá var róðrarteinurin eitt túsund metrar. Hesa ferð var hann fimtan hundrað metrar.
Í Klaksvík hevur síðani leygardagin verið nógv tosað um, hví tað gekk, sum tað gjørdi. Eingin ivi er um, at líkindini vóru vánalit. Tað var ikki so óslætt, men tað var heilt frískur vindur ímóti, og vindurin kendist serliga meinskur uttarlaga á, har sum 6?mannaførini við monnum, 8?mannaførini og 10?mannaførini startaðu.
Klaksvíkingar halda seg síggja tað mynstrið í kappingini, at tað vóru bátarnir, sum lógu næst landinum ? bæði vestaru og eystsaru megin ? sum høvdu minst ampa av nógva vindinum, sum var norður ímóti aliringunum, men tað verður undirstrikað, at soleiðis eru karmarnir um kappróðurin og serliga á norðoyarstevnu, har bestu bátarnir ikki eru í miðjuni, men har teir verða plaseraðir í feltinum eftir lutakast.
Nýggj manning
Eysturoyingurin vísi mest sannførandi avrikið. Flaggskipið í kappróðrinum hjá teimum í Kappróðrarfelagnum NSÍ legði upp til eina sera spennandi kapping á Skálafjørðínum annað vikuskifti.
Bátsformaður umborð á Eysturoyinginum er Rúni Lamhauge. Hann situr á toftini í bakborði. Har hevur hann ikki sitið so leingi. Millum ítróttaráhugaðar føroyingar munnu tað ivaleyst vera fleiri, sum komast við navnið á bátsformanninum umborð á Eysturoyingi. Hann hevur í fleiri ár verið ímillum bestu fimleikararnar í landinum.
?Hetta er fyrsta ferðin, at vit hava roynt at vunnið við 10?mannafarinum. Vit mannaðu bátin í fjør. Í ár hava vit fingið tríggjar nýggjar umborð. Eingin av teimum, sum vóru við til at vinna so nógv í 1998 og í 1999 eru við longur, veit bátsformaðurin at siga.
Men tit eru ikki óroyndir í kappróðri?
?Tá vit í fjør fóru umborð á Eysturoyingin hevði eingin okkara áður roynt seg umborð á 10?mannafarinum. Men vit høvdu róð við øðrum bátum í felagnum hjá okkum. Vit eru fleir, sum vóru við til at manna Toftabátin í 2000. Tað gekk so mikið væl, at vit endaðu næstfremstir í FM kappingini. Onkrir hava áður róð við Sølmundi, og so eru tað onkrir aðrir, sum hava verið við til at manna Heiðabátin, greiðir Rúni Lamhauge frá.
Elsti maðurin umborð á Eysturoyingi er føddur í 1965, og tann yngsti er føddur í 1981. Men teir flestu eru umleið 22?23 ára gamlir.
Høvdu vónina
Klaksvíkingurin og Havnarbáturin fingu góðan start, meðan Vestmenningurin, sum hekk eftir fyrstu ferð, tá dómarin loysti skotið av, beinanvegin datt ein skut afturum og ongantíð rættuliga kom fyri seg. Vestmenningar plaga ikki altíð at fáa so góðar start. Men teir plaga ofta at megna at koma afturíaftur. Tað megnaðu teir avgjørt ikki hesa ferð.
Eysturoyingurin var beinanvegin væl við. Hann lá vestastur og hevði Klaksvíkingin undir liðini. Havnarbáturin, sum lá eystastur, tóktist beinanvegin at vera væl við, men tað var eitt sindur torført at síggja nágreiniliga, hvussu hann lá fyri í kappingini millum teir báðar vestastu.
Eysturoyingurin kom upp á síðuna á Klaksvíkingi, tá teir fóru um túsund metra málið, men Klaksvíkingurin megnaði tvær ferðir at svara aftur, áðrenn hann misti meiri enn eina bátslong, og so tóktist sinniliga yvirskotið hjá teimum í heimasjógvi at minka. Á 1000 metra málinum tóktist Havnarbáturin at vera væl fremstur, men tá bátarnir fóru framvið Kósabrúnni var tað skjótt, at Eysturoyingurin tók tað aftur, sum hann kanska hevði mist til Havnarbátin, og á málinum var munurin ein hálv bátslongd.
-Vit stóðu okkum væl á Skála, og tí høvdu vit vónað, at tað fór at bera til hjá okkum at vinna. Men vit vistu, at tað fór at verða torført. Havnarbáturin var ikki við á Skála, og vit roknaðu við, at teir fóru at standa seg væl. Eisini roknaðu vit við stórari mótstøðu frá Klaksvíkingi og Vestmenningi. Tíbetur vísti tað seg, at tað vóru vit, sum komu fyrstir á mál, og tú kanst ætla, at vit kenna tað hugaligt, nú vit fyrireika okkum til stevnuna, sum verður her hjá okkum annað vikuskifti, sigur Rúni Lamhauge, bátsformaður á Eysturoyinginum.
Hildu tit tykkum hava tak á støðuni allan vegin?
?Stýrimaðurin segði okkum, at vit vóru væl við. Hann metti okkum alla tíðina at vera frammanfyri Havnarbátin. Vit sóu teir umborð á Klaksvíkinginum. Tá hann fór aftur við borðinum kendist tað sum um, at vit fingu eyka styrki.