Nýggj maskina blóðgar, kryvur og avhøvdar

Ein bader-maskina, sum er nýggj á føroyska marknaðinum, verður nú royndarkoyrd á Føroya Fiskavirking í Havn. Maskinan kann brúkast bæði í landi og umborð á skipum

Nýggj maskina

Feðgarnir, Petur og Atli Larsen í Fuglafirði, sum í mong ár hava veitt tænastu og hava selt eykalutir til eitt nú Baader-maskinur til fiskivinnuna, hava nú fingið eina nýggja maskinu heim til Føroya, sum ikki hevur verið á føroyska marknaðinum áður.
- Hetta er ein maskina, sum blóðgar, kryvur og avhøvdar. Hon kann brúkast bæði í landi og umborð á skipum.
Atli Larsen sigur, at baader-maskinan er lutfalsliga nýggj á marknaðinum, og hetta er fyrstu ferð, hon verður roynd í Føroyum.
- Nú tað hevur víst seg, at ein ávísur áhugi er fyri hesi maskinu í Føroyum, hava vit avgjørt at taka hana upp higar til royndarkoyringar, soleiðis at skip og virkir, sum møguliga kundu hugsað sær eina maskinu til blóðging, kryvjing og avhøvding, hava møguleika at síggja, hvussu hon virkar.
Atli sigur, at nýggja baader-maskinan er soleiðis uppbygd, at tú eisini kanst velja bara at blóðga við henni, kryvja ella avhøvda fiskin.
- Maskinan skilir innvølin frá fiskinum, soleiðis at hesin kann brúkast í aðrari framleiðslu. Hon fer væl við fiskinum ? og eisini við innvølinum, tó at tað kemur fyri, at livirin kann verða skadd.
Hann sigur, at fyrstu maskinurnar av hesum slagi eru royndar í eitt nú Noregi og í Íslandi.
- Í Noregi eru tvær av hesum slagi settar umborð á skip og tvær eru í gongd í landi, sigur Atli.
Hann vísir á, at betringar eru gjørdar alla tíðina, soleiðis at framleiðarin nú hevur eina maskinu til blóðging, kryvjing og avhøvding, sum vísir seg at virka væl.
- Nýggja maskinan er eisini væl egnað til kryvjing av eitt nú útróðrarfiski, um tað verður soleiðis, at hesin ? ella ein partur av útróðrarfiskinum ? verður avreiddur ókryvdur, sigur Atli Larsen.