Nýggj nevnd í »Ung Aktiv Edrú«

Leygardagin hevði felagsskapurin »Ung Aktiv Edrú« aðalfund í Havn. Ein arbeiðsætlan var gjørd og nýggj nevnd vald. Komandi ár verður dentur lagdur á at vaksa og fáa fleiri limir.

- Vit fara í komandi ári at taka Føroyar við einum bresti, sigur Hanna Sundstein Olsen, sum er næstforkvinna í »Ung Aktiv Edrú«.

 

Í nýggju nevndini eru Annika Simonsen, forkvinna, Hanna Sundstein Olsen, næstforkvinna, Jákup Fjallsbak, fíggjarleiðari, Jóhanna Skorheim, skrivari og Jórun Maria á Fløtti Anthoniusen, nevndarlimur.

 

»Ung Aktiv Edrú« er ein non profit felagsskapur fyri tannáringar og ung vaksin. »Ung Aktiv Edrú« strembar eftir solidariteti og demokratii gjøgnum edrúiligheit.