Fiskivinna
Um eitt ár ella so fær felagið í Klaksvík, sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg, nýtt skip, sum verður bygt í Chili.
Nýggja skipið kemur í flotan fyri gomlu Norðborg.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at nýggja skpið fer kunna frysta 1400 tons á plattum og hava 1200 tons av fiski í tangum.
Byggikostnaðurin verður umleið 250 miljónir krónur.
- Eg vænti, at skipið kemur í juni/ juli mánaða komandi ár, sigur reiðarin.
Hann vísir á, at umborð á nýggja skipinum verða níggju skerilinjur ímóti teimum seks, sum eru umborð á gomlu Norðborg.
Felagið í Klaksvík eigur hálvt triðja loyvi til veiðina, sum skipini eru á, og hetta fevnir bæði um svartkjaft, sild og makrel.
- Kvoturættindini, sum felagið eigur, skuldu verið nóg mikið til, at skipini rakstrarliga koma at hanga saman, sigur Kristian Martin Rasmussen