Nýggj orðabók tøk fríggjadagin

Fríggjadagin hevur Sprotin tiltak í Grønlendingahúsinum í Havn, har nýggja orðabókin veðrur løgd fram.

Talan er um grønlenskt-føroysku orðabókina, ið Elin Neshamar hevur lagt til rættis.

Sprotin boðar í dag frá, at talan verður ikki um vanliga framløgu, men at talan verður um eitt fjølbroytt tiltak, har Jenis av Rana, mentamálaráðharri, og Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, bera fram røðu.

Somuleiðis fer Elin Neshamar, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, at lata orðabókina upp og greiða frá.

M. C. Restorff fer saman við øðrum at syngja og spæla á grønlendskum.

Fríggjadagin 21. februar kl. 16 verður forkunnug avdúking av enn einari orðabók, ið Sprotin letur úr hondum. Avdúkingin verður í Grønlendingahúsinum í Havn, tí talan er um grønlendska-føroyska orðabók, sum vit av sonnum kunnu vera errin av.