Hóast Kepler-10b liggur uttan fyri øki, har grundarlag er fyri lívi, gevur hetta kortini vónir um, at fleiri planetir verða funnar í øðrum sólskipanum enn okkara. Leingi hevur verið bíðað eftir, at stjørnufrøðingar fóru at finna eina planet uttanfyri okkara sólskipan, sum líkist jørðini ? eisini í stødd - og er bygd upp av gróttilfari.
Í einum tíðindaskrivi sigur NSA, at nú er planetin Kepler-10b funnin í ringrás um eina aðra stjørnu enn sólina.
Planetin er 1,4 ferðir so stór sum jørðin, og er hin minsta, sum við vissu er ávíst uttan fyri okkara sólskipan.
Vísindafólk siga, at hetta er eitt týdningarmikið stig í leitanini eftir smáum planetum sum jørðin, har potentielt lív kann vera ella hava verið, sum síðan hevur ment seg.
- Kepler-10b er í eini ringrás um Kepler 10, ið er ein stjørna, sum er 560 ljósár burturi og sum líkist nógv sólini. Tó líkist planetin ikki jørðini, og eingin vón er um lív, tí Kepler-10b liggur langt uttan fyri økið, har lív kann finnast, og har flótandi vatn er.
Vísindafólk siga, at Kepler-10b ferðast rættiliga nær móðirstjørnuni og vendir altíð somu síðu móti stjørnuni ? júst sum mánin ger í mun til jørðina.
- Hitin á planetini er upp ímóti 1500 stigum, og sjálvt jarn hevði smeltað og dampað burtur. Kepler-10b líkist nógv sólini, men er nógv eldri. Helst er planetin vorðin til longri úti, men er vorðin nærri okkum yvir eina langa tíð, siga vísindafólk.
Hildið verður kortini, at Kepler-10b er týdningarmikil, tó at hon ikki liggur í øki, har grundarlag er fyri lívi.
- At henda planetin nú er funnin, gevur vónir um, at nógv fleiri verða funnar, sum tíðin gongur, siga vísindafólk.