Nýggj røð av "Home and Away" byrjar á FM1

Fyrsti partur av átta av "Home and Away with a Twist" verður mikumorgunin klokkan 10 á FM1

So fer FM1 í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum fer verturin, Stella Zachariassen, at tosa við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.

Sendingin verður á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10 komandi átta vikurnar og í fyrstu sendingini verður tað Joy Johannesen, sum er gestur. Joy er dóttir Shamilu og Høgna Johannesen. Shamila er úr Pakistan og hevur sjálv verið gestur í sendingini "Home and Away".

Lurtið við á FM1 mikumorgunin klokkan 10. Sendingin er á enskum

Øll kunnu hoyra FM1HER