Nýggj rækjuskip ikki væl komin

?Tað er ikki rætt at geva fleiri rækjuloyvi nú alt er rættuliga ótrygt og ógreitt hjá hesi vinnu. Í mars fer NAFO av avgera um rækjuveiðan á Flemmish Cap skal kvoterast og norðmenn hava biðið ICES um at taka rækjustovnin við Svalbard í teirra felagsskap og verður lurtað eftir ICES, so merkir tað vanliga, at fiskiveiðan skal skerjast. Tí er tað burturvið, at fiskimálaráðharrin Jørgin Niclasen økir veiðuorkuna við so stórum skipum sum Ocean Pride, sigur Jákup Egholm Hansen, formaður í Felagnum Rækjuskip.

Felagið Rækjuskip hevur gjørt fiskimálaráðharranum Jørgin Niclasen greitt, at vandi er á ferð, koma fleiri rækjuskip í flotan.

-Sjálvandi hevur felagið Rækjuskip ongan áhuga í, at ein rúgva av ónýttur fiskidøgum liggja við Svalbard og í russiskum sjógvi, men hesir dagar kunnu eisini roknast sum ein eykatrygd hjá verandi rækjutrolarum á Flemmish Cap, sigur Jákup Egholm Hansen.

Útlitini á Flemmish Cap eru nevniliga ikki alt for bjørt. NAFO hevur longu ásett fund at vera hildnan í komandi mána, har avgerast skal um fiskidagarnir skulu avtakast og kvota skal setast í staðin. Tað stendur í hvussu er fast, at veiðutrýstið á ein ella annan hátt skal minkast á Flemmish Cap soleiðis at tað merkist. Antin verða fiskidagarnir skornir niður ella verður kvota sett á.

-Og tá útlitini á Flemmish Cap ikki eru so bjørt, so er gott hjá rækjubátunum at vita, at fiskidagar eru at heinta á Svalbardsleiðini og í Barentshavinum. Eg skilji ikki fiskimálaráðharran. Tveir undanfarnir fiskimálaráðharrar, Ivan Johannesen og John Petersen góvu ikki eitt einsta rækjuloyvi afturat, júst tí at teir óttaðust gongdina á Flemmish Cap. Nú allarhelst stórar broytingar vera í fiskimøguleikunum bæði á Flemmish Cap og við Svalbard, so gevur fiskimálaráðharrin ikki bara loyvi, har skip verður skift út við skip, men eisini loyvi til heilt nýggj fiskiloyvi, til stór skip við veldugari veiðiorku, sigur Jákup Egholm Hansen.

Hann leggur aftur at at norðmenn herfyri skerdu fiskadagatalið einsíðugt niður í eina helvt.

Føroyingar veiddu 7760 tons av rækjum á Flemmish Cap í fjør. At talið er so lágt kemst av at Sólborg stóran part av árinum varð leigað til Grønlands og at gamli Hvilvtenni varð seldur áðrenn nýggi Hvilvtenni kom til landið.