Nýggjársaftan er friður á Rigmor

Nýggjársaftan síggja tey nærmastu eina óvanliga útgávu av javnaðartingkvinnuni Rigmor Dam, tí tá er hon meira tigandi og friðarlig enn vit vanliga kenna hana.

– Eg eri ikki til tað heilt villa nýggjársaftan. Gerist altíð eitt sindur still og sorgblíð hetta síðsta kvøldið í árinum. Filosoferi yvir lívið og tíðina, um árið, sum fór, og um alt tað, sum koma skal.

Hini í húskinum, maðurin og børnini, eru meira til krút og knall, og ofta luttekur familjan í nýggjársbálinum uppi við Eysturskúlan.

– Í kvøld fara vit at hugna okkum her heima við góðum mati. Síðan ætla vit at fara oman í miðbýin, har borgarstjórin hevur boðoð frá nýggjárshaldi við skoytubreytina klokkan 21. Eisini hava børnini ynskt, at vit koyra niðan á Oyggjarvegin at drekka heitt kakao, áðrenn leiðin gongur oman til foreldur míni á Varða, har midnáttarløtan verður hildin við fýrverki og nýggjársynskjum uppi við skrivitornið hjá William Heinesen, sigur Rigmor Dam.

Sjálv hevur tingkvinnan einki nýggjárslyfti, tí hon heldur, at tey miseydnast altíð kortini.

– Nei, eg havi onki lyfti. Eg legði av at roykja ein vanligan mikudag fyri fleiri árum síðan, og eg havi foreint meg við, at eg vigi ov nógv. So lastir og freistingar verða eisini partur av lívinum í 2013, sigur Rigmor Dam.

Hinvegin hevur Rigmor Dam onkur ynski fyri komandi ár.

– Mítt ynski fyri nýggja árið er sjálvandi av politiskum slag, tí farna árið hevur snøgt sagt verið eitt politiskt annus horribilis ella ræðsluár. Tí skal mítt innliga ynski vera, at kósin verður vend, so øll kunnu kenna seg heima í Føroyum. At skattalættin verður broyttur, so hann gagnar lá- og miðalinntøkunum, at Marknagilsdepilin kemur í gongd og at prísstøðið og bústaðarviðurskiftini verða raðfest.