Tá rómurin eftir aldarskiftið hevur lagt seg, hava fólk í Suðuroynni møguleika at leita sær á nýggjárskonsertir á Tvøroyri og í Vági. Limir úr Ljómi fara at framføra ymisk útlendsk kórverk undir leiðslu av Dorte Tilma. Hon er kórleiðari og urguleikari í Langenæs Kirke í Århus. Ikki er langt síðani, at hon saman við kórinum har, vitjaði og saman við Ljómi framførdi verkið Crucifixion.
Á konsertunum verða at hoyra Deutsche Messe eftir Frantz Schubert og The Lord is my Shepherd eftir John Rutter. Eisini eru verk fyri orgul og duett av Charles Wesley og Vincent Novello. Dorte Tilma fer sjálv at leika Preludium og Fuga í C-dur eftir J.S. Bach og Vesper Volunteries eftir Edgar Elgar.
Solistar eru Elisabeth Hovesen, sopran og Jacqueline FitzGibbon, ið syngur og spælir obo.
Konsertirnar verða sunnudagin 2. januar klokkan 15:30 í Tvøroyrar Kirkju og í Vágs Kirkju klokkan 18:00.
Konsertfelagið, Kirkjurnar í Vági og á Tvøroyri og Føroya Banki stuðlaðu tiltakinum.