Sendingin ?Varpið? verður gjørd í samstarvi við Televarpið Í dag verður sendingin ?Varpið? á skránni hjá Rás2 á fyrsta sinni. Sendingin verður gjørd í samstarvi við Televarpið. Sendingin fer at vera send millum klokkan 15.10 og 16, og millum klokkan 16.10 og 17 fríggjadagar.
Ætlanin er at viðgera fótbóltsdystir, og aðrar sendingar, sum vera sendar á Televarpinum tann fyrra tíman í sendingini. Tá vera eisini tíðindi frá Televarpinum. Seinna tíman er ætlanin at viðgera aktuelar hendingar innan heimligan ítrótt og fólksliga mentan.
Gestur í fyrsta ?Varpinum? í dag kl. 15.10 verður Laila Hentze, stjóri á Televarpinum. Í seinna tímanum verður ljós varpað á finaluna í X-Factor kappingini, sum sæst á Televarpinum. Varpið fær eisini vitjan av tveimum systrum hjá Lindu Andrews, sum eru sera spentar til brakið í kvøld.