-Peningaligur stuðul til fiskivinnuna heldur landsstýrið seg langt burtur frá, tað er ein farin tíð. Stuðulin var upp á eini 500 milliónir krónur, tá hann var hægstur. Síðan er hann minkaður niður í einki. Tað seinasta sum nú verður gjørt fyri at beina heilt fyri hesi leivd í føroyskum vinnulívi er, at eg havi borið 11 lógir um studning niðan í tingið. Hesar skulu nú avtakast, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri í samband við at Sosialurin hevur skrivað um endurnýgging af fiskiflotanum.
-Studningur til skip er stigvíst minknaður. John Petersen, sum tá var landsstýrismaður byrjaði hetta arbeiðið fyrst í nítiárunum og nú er tað lokið. Tá studningurin var í hæddini, vóru 500 milliónir avsettar á fíggjarlógini til hetta endamál, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
-Okkara uppgáva í landsstýrinum er at skipa politikkin soleiðis, at tað ber til at reka fiskivinnu. Vit eru komnir hartil í dag, at stuðulin er burtur. Vit hava sæð á langfaraflotanum, at teir klára sjálvir at endnýggja seg. Rækjuflotin er eisini byrjaður at endurnýggja seg sjálvur, eisini nótaflotin og nú byrjar heimaflotin eisini at síggja onkran glotta, sigur Jørgen Niclasen.
-Uttan almennar pengar er vinnan sunn og tá roynir hon at gera tað sum betalir seg best og ikki tað sum gevur mesta stuðulin. Við at stuðla, so er neyðugt at gera nakrar reglur, sum gera tað at íløgurnar verða gjørdar eftir stuðlinum og ikki eftir rakstrinum. Landsstýrisins setningur er púra greiður, stuðulsfrí vinna, sum sjálv megnar at fíggja seg, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.