Nýggj skipan í Vágatunlinum

Leiðslan fyri Vágatunnilin hevur nú mist tolið við gjaldskipanini og fer at skifta til nýggja skipan, sum helst verður sett í gildi í hesum árinum

Nú er »well«. Leiðslan fyri Vágatunnilin hevur mist tolið og fer nú at kassera gjaldskipanina, sum verið hevur, síðan tunnilin lat upp.
Gjaldskipanin, har fólk, sum ikki hava kubba, hava skula goldið beinleiðis við gjaldskorti, ella tikið sær ein seðil fyri síðan at gjalda seinni, hevur ongantíð virkað. Og nú verður hon blakað burtur, sigur Reinhold Isaksen, fíggjarleiðari hjá Vágatunlinum.
Ferðslan fer í hesum samanhangi at verða umløgd, soleiðis at koyrt verður bara á einari breyt. Høgra breytin, har bilarnir koyrdu inn til gjaldautomatina, verður niðurløgd, og øll ferðslan fer so eftir vinstru breytini, har skrásetingartól fara at ansa eftir, hvør hevur kubba, og hvør ikki hevur. Tey, sum ikki hava kubba, fáa so sendandi rokningina, sigur Reinhold Isaksen.
Kubbaskipanin hevur riggað væl, og tey vænta hjá Vágatunlinum, at hendan nýggja skipanin, sum er roynd aðrastaðni, eisini fer at rigga her.
Reinhold Isaksen væntar ikki tær stóru eykaútreiðslurnar av hesi nýggju skipanini, ætlanin er at fara undir. Rokningarnar verða avgreiddar elektroniskt og sendar móttakaranum á sama hátt sum eitt nú sjónvarpsgjald og tryggingargjøld. Og at fáa fólk at gjalda verður væl tað sama, sum tað er í dag, tá fólk taka ein seðil og so skulu gjalda seinni.
Stóri trupulleikin við gjaldskipanini hjá vágatunlinum hesi skjótt tvey áirini, tunnilin hevur verið opin, hevur verið kortskipanin. Hon hevur ongantíð virkað, og neyðugt hevur verið at havt fólk sitandi á vakt allar dagtímarnar, sum annars ikki var ætlanin. Tað hevur verið ov dýrt og ber ikki til í longdini, ásannar leiðslan.
Norðmenn hava ment eina skipan, sum skrásetir allar bilar, sum koya famvið, og síðan sendir krav út. Hesi skipan hava fólk frá Vágatunlinum verið og hugt at, og hava so valt at seta hana upp við tunnilsmunnan og blaka ónýtiligu kortkipanina, sum verið hevur, burtur.
Reinhold Isaksen sigur, at hetta verður gjørt fyrsta dagin, og hann væntar, at nýggja skipanin fer at virka í hesum árinum.