Norska løgreglan sigur seg hava funnið nýggj spor í málinum um ta 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne, sum varð funnin deyð ein lítlan mánað eftir, at hon hvarv á veg til hús.
Blaðið VG skrivar, at løgreglan hevur aftur verið og kannað økið, har líkið av Sigrid varð funnið. Umleið 40 løgreglufólk leitaðu við servandum hundum, og Tore Brustad hjá løgregluni váttar fyri blaðnum, at leitingin gav úrslit.
-Vit hava funnið ymiskt, sum vit nú fara at kanna, og hetta verður tikið við í málsviðgerðina, sigur Tore Brustad við VG. Løgreglan vil ikki siga, hvørji spor talan er um, men norskir fjølmiðlar skriva, at teir servandu hundarnir hava millum annað fingið venjing í at finna likamsvætur.
Løgreglan hevur tikið tveir menn, sum eru skuldsettir fyri at hava beint fyri Sigrid. Menninir, sum eru 37 og 64 ára gamlir, eru varðhaldsfongslaðir, men teir nokta seg sekar.