Nýggj stjørna í Gøtu

HT Shipping, sum er partur av Partafelagnum Heri Thomsen í Gøtu, hevur keypt enn eitt farmaskip, sum í høvuðsheitinum fer at føra alifóður úr Noreg til Føroya. Skipið eitur Sirius

 

Partafelagið Heri Thomsen í Gøtu hevur keypt danska farmaskipið Anne Sofie úr Aalborg. Skipið hevur skift navn og eitur nú Sirius.

Tórhallur Thomsen, reiðari, sigur, at skipið er keypt til at føra alifóður úr Noreg til Føroya. Felagið hevur avtalu við fóðurfyritøkuna Ewos um fóðurflutning til føroysku alibrúkini. HT Shipping hjá Hera Thomsen eigur frammanundan farmaskipið Skuran, sum hevur røkt hendan flutningin. Men Skurin er ov lítil, og tí er hetta skipið nú keypt.

Um navnið sigur Tórhallur Thomsen, at tað hava teir fingið sær, tí tað er lætt at siga og skriva. Stjørnunøvn kenna øll. Bæði føroyingar og útlendingar, og so standast ongar misskiljingar og seinkingar av tí. Eitt sindur av nostalgi er tó uppií, viðgongur reiðarin. Onkur smábátur hjá familjuni hevur itið Sirius, so tað var kanska ikki so ringt at velja navn kortini.

Sirius er bygdur í Noreg í 1972. Skipið er 61 metrar langt, 10 metrar breitt og 4 metrar djúpt. Tað lastar 1.000 tons og gongur 10 míl. Skurin, sum felagið framman undan eigur, lastar 660 tons.

Hóast eitt størri skip nú er keypt, fer Skurin framvegis at sigla, sigur Tórhallur Thomsen, reiðari. Nøgdin, teir flyta, er so mikið stór, at brúk er fyri báðum skipunum. Skurin hevur ikki klárað allan flutningin, sum verið hevur. Restina hava teir so brúkt chartrað skip til. Men tað hava teir ikki hildið verið nóg góða loysn.

Um prís og fígging leggur Tórhallur Thomsen ikki í at siga nakað.

Sirius er í løtuni á sleipistøð í Fredericia í Danmark, har ymiskt verður gjørt við skipið, áðrenn tað verður sett í regluliga sigling. Bógskrúva verður sett í. Hon er neyðug, tí nógv av fóðrinum verður lossað beinleiðis til flakarnar, sum liggja við alistøðirnar. Og har skulu góðar manøvreringsgreiðir til. Eisini verður millumdekk ísett, eins og skipið verður málað við eyðkenda grøna litinum hjá Thomsen fyritøkuni í Gøtu. Tíggju mans á tveimum vaktum fara at sigla við Sirius.

Annars er fyritøkan hjá Hera Thomsen mest kend fyri lastbilaflutning. Felagið eigur 20 lastbilar. Og nú eisini tvey skip. Tað starvast tilsamans 45 fólk hjá felagnum. Felagið hevur egið bilverkstað á Skála, har lastbilarnir verða umvældir. Har starvast fýra fólk. Fóðurgoymsla er í Turkihúsinum á Skála, har ein maður er í starvi. 10 fara við Sirius, meðan átta eru við Skuranum. Á skrivstovuni við Gøtugjógv starvast trý fólk fulla tíð og tvey hálva tíð. Restin er bilførarar, sigur Tórhallur Thomsen.