Summarsendingin í sjónvarpinum, Fríggjakvøld, er av og gerandisdagurin við Dagur & Viku á skránni – bæði hjá hyggjarunum, men eisini hjá teimum, sum arbeiða í Kringvarpinum. Eins og tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe, lovaði í útvarpssamrøðu tann 22. mai, so er talan um eina dagførda útgávu av sjónvarpstíðindasendingini, ið vit higartil hava sæð.
Nýtt konsept
Sum Katrin Petersen, sjónvarpsvertur, segði í Degi & Viku mánakvøldið, so hava fólkini handan sjónvarpstíðindasendingina tikið nakrar av royndunum, tey hava fingið við at gera sendingina Fríggjakvøld, og ført hetta yvir á nýggju útgávuna av Degi & Viku.
Tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya váttar eisini, at fleiri broytingar enn tær, vit higartil hava sæð, eru ávegis. Framyvir verður 3-2 at síggja, eins og tað plagdi at vera, at síggja eftir Dagur & Viku mánakvøld. Týskvøld verður orðaskifti á skránni.
- Eins og vit sóu í Fríggjakvøldi, so skal hetta ikki neyðturviliga vera eitt politiskt kjak, sigur Liljan Weyhe.
Hóskvøld fer Dagur & Vika fólk úti um landið, sum ger beinleiðis innslag til tíðindasendingina eins og vit sóu í Fríggjakvøld. Liljan Weyhe upplýsir, at hóskvøldið fara tey hava fólk á Tvøroyri. Og fríggjakvøldsútgávan av Degi & Viku verður merkt av eini sokallaðari vangamynd, har fokus verður varpað á og farið verður aftur um ein persón, ið hevur verið frammi í vikuni.
- Heldur enn at hava fleiri høvuðssøgur, so fara vit at leggja okkum eftir at hava eina høvuðssøgu við fleiri vinklum. Somuleiðis ynskja vit at fáa meiri ferð á sendingina, og gera tað heila eitt sindur spískari enn áður, sigur Liljan Weyhe.
rolant@sosialurin.fo