Týsdagin 1. septembur klokkan 13 til 17 bjóðar Javni til ein evnisdag um neurologiskar venjingar í sambandi við heilaskaðar hjá børnum.
Fyrilestrarhaldari er danin Larz Thielemann barnaterapeutur, sum í meira enn 10 ár hevur fingist við neurologiska venjing.
Hvat er neurologisk venjing og kann heilaskaði lekjast? Kunnu amerikanskar Doman- og FHC venjingar og aðrir venjingarhættir verða eitt veruligt alternativ ella ískoyti til tey tilboð vit kenna, eitt nú fysioterapi, serstovnar, pedagogiska stimbran og heilivág?
Hetta eru spurningar, ið bæði foreldur og fakfólk, sum arbeiða við børnum við ymiskum neurologiskum trupulleikum, ofta seta sær.
Á evnisdegnum verður gjøgnumgongd av teori og praksis um tær venjingarskráir, sum verða roknaðar sum neurologiskar venjingar. Eisini fæst innlit í Doman venjingarháttin.
Fyrilestrarnir verða kryddaðir við praktiskum dømum og filmsbrotum.
Larz Thielemann hevur í meira enn 10 ár fingist við neurologiska venjing. Hann er eisini maðurin aftanfyri heimasíðurnar hjernetips.dk og sundeborn.dk. Hansara ákoðan er, at samfelagið ger heilaskadd børn passiv og medisinerar tey ístaðin fyri at geva teimum aktiva uppvenjing.
Javni roynir við hesum skeiði at fáa fatur á øllum teimum, ið varða av økinum ? eisini fyristining og politikarum.
Skeiðið verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J.C. Schrøtersgøtu.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 100 krónur, og goldið verður við dyrnar.