Nýggja býráðið í Klaksvík skipað

Á fundi mánakvøldið varð nýggja býráðið í Klaksvík skipað og nevndarsessirnir mannaðir

Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen verður borgarstjóri í Klaksvík komandi fýra árini. Tað hevur so at siga verið greitt líka síðani valið, men á fundi mánakvøldið varð tað endaliga staðfest. Varaborgarstjóri verður Jákup Mikkelsen. Hetta og annað varð greitt eftir skipandi fundin hjá nývalda býráðnum mánakvøldið.
Royndir hava verið frá minnilutanum, sum er Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin, líka til tað síðsta at fáa skipað eina breiða samgongu, men tað tók meirilutin við Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum ikki undir við. Og mánakvøldið var so eisini avgjørt, hvørji fara at manna tær ymisku nevndirnar.
Í Fíggjarnevndina, har borgarstjórin altíð er formaður, komu aftur at honum Jákup Mikkelsen, Kristina Fríðrik Olsen, Eyðgunn Samuelsen og Kristian Eli Zachariasen.
Nýggja forkvinnan í Mentanarnevndini er Gunvá við Keldu. Aftur at henni komu í nevndina Rani Nolsøe, Jórun Høgnesen, Torleif Sigurðsson og Kristian Eli Zachariasen.
Jórun Høgnesen fer úr formanssessinum í Mentanarnevndini í sama sess í Sosialu nevnd. Gunvá við Keldu, Atli Justinussen, Eyðgun Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen fara eisini at manna Sosialu nevnd.
Kristian Fríðrik Olsen verður formaður í Teknisku nevnd og hini verða Jórun Høgnesen, Thorleif Sigurðsson og Hans Arne Bertholdsen.
Nývaldi árnfirðingurin úr Fólkaflokkinum, Atli Justinussen, verður formaður í Havnanevndini, sum annars verður mannað við Kristian Fríðriki Olsen, Jórun Høgnesen, Hans Arna Bertholdsen og Kristiani Eli Zachariasen.
Formaður í Byggi-/Býarskipanarnevndini verður Jákup Mikkelsen. Rani Nolsøe , Gunvá við Keldu, Eyðgunn Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen verða eisini í tí nevndini.
Rani Nolsøe verður formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndin, og Jákup Mikkelsen, Eyðgunn Samuelsen, Thorleif Sigurðsson og Magnus Magnussen, kommunulækni, verða eisini í Heilsunevndini. Av tí at nevndin ikki er sjálvstøðug kunnu onnur enn býráðslimir veljast í nevndina.
Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2005, og fyrsti býráðsfundurin verður týsdagin tann 25. januar.