Tað er Heildarverk, sum byggir nýggja Ítróttarhúsið í Fuglafirði.
Heildarverk og Fuglafjarðar kommuna hava avtalað, at Heildarverk byggir og innilokar Ítróttarhúsið og ger niðastu hædd lidna eftir einum ári.
Ítróttarhúsið verður bygt í trimum hæddum, men fyribils er avtalan, at húsið skal byggjast, innilokast, og síðan skal niðasta hæddin gerast klár. Húsið verður 33 metrar langt og 11 metrar breitt.
##med2##
Tær báðar niðastu hæddirnar verða fullar, og síðan verður triðja og ovasta hæddin nakað minni við tað, at Ítróttarhúsið verður bygt við skrátaki.
Sonni á Horni hevur tikið myndirnar.
##med3##