Nýggja ættarliðið brúkti uppskriftina úr Landskrona

Fyrsta stigið í EM-undankappingini var úrslit av heilhjartaðum felags stríði, heldur enn av góðum fótbóltsavriki

Ofta verður tikið til, at eitt ættarlið er eini 25 til 30 ár. Í fótbólti er eitt ættarlið kanska helmingurin av hesum áramálinum. Og landsdysturin í Vilnius leygardagin var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at landsliðið spældi síðani søguliga sigurin á Eysturríki 12. September í 1990, uttan at nøkur av teimum ellivu hetjunum, sum undir leiðslu av Páll Guðlaugssyni stríddust teir 90 minuttirnar ta ferðina, var á vøllinum. Jan Dam og Jens Martin Knudsen sótu á beinkinum leygarkvøldið, og Allan Mørkøre hevði givið avboð. Hinir átta ? Jóannes Jakobsen, Mikkjal Danielsen, Tummas Eli Hansen, Julian Hansen, Torkil Nielsen, Abraham Hansen, Kári Reynheim og Kurt Mørkøre ? eru ikki longur tøkir til landsliðsfótbólt.

Eitt nýtt ættarlið hevur tikið við. Allan Simonsen hevur síðani 1994 arbeitt miðvíst fyri at skipa liðið betri, bæði í verjupartinum og í framrættaða spælinum, og burtursæð frá onkrum stórum svipsarum, so hevur tað gingið rætta vegin. Men stigaposin hevur verið soltin. Sigrarnir á San Marino og Malta varð tað roknað við. Tað varð eisini roknað við, at landsliðið skuldi fáa stig móti Estlandi fyrr í summar, men tað kiksaði, so tað framvegis svíður í.

Út frá omanfyri standandi er ikki langt av leið at staðfesta, at málleysi javnleikurin í Vilnius er eitt tað besta úrslitið, sum landsliðið hevur rokkið tey fimm árini, Allan Simonsen hevur verið venjari. Úrslitið leygarkvøldið setur samstundis ljóskastaran á, hvussu ússaligt avrikið í Estlandi var. Litava er nummar 55 á altjóða styrkilistanum, Estland er nummar 107, og Føroyar eru á 119. plássinum.


Andaneyð

Litavar vístu frá fyrsta bríksli, at teir á heimavølli ætlaðu at fáa fulla úrtøku burturúr móti nógv lægri styrkismettu Føroyum. Heimamenninir løgdu fyri sum eitt satt ódnarveður, og tað er sjáldan komið fyri ? um nakrantíð ? at føroyska landsliðið so leingi hevur verið undir so stórum trýsti, sum tað var undir móti Litava. Ikki soleiðis at skilja, at mótstøðuliðini ikki hava verið betri, enn Litava var, tí í fótbóltsdygdum standa baltararnir avgjørt ikki jugoslavunum, spaniumonnunum og danskarunum kurl, men hesi mótstøðulondini hava øll havt ein heilt øðrvísi máta at spæla fótbólt uppá, enn litavararnir høvdu hesa ferð. Meðan hini mótstøðuliðini við hvørt hava skundað sær og so tikið tað heilt róliga eina løtu, so trýstu og kroystu litavararnir í ein samfullan klokkutíma.

Litavararnir høvdu tríggjar spælarar á toppinum, og tað hevði við sær, at Sámal Joensen í stórar partar av tíðini meiri var miðverji, enn hann var á miðvallarplássinum, sum hann var ætlaður at vera á. Skarbalius, sum spælir í Brøndby, var sera álopshugaður í høgra borði, og tað var trupult hjá Henningi Jarnskor, sum ofta so at siga hevði hálvan annan spælara ella meiri enn tað ímóti sær. Litavararnir megnaðu fleiri ferðir at senda vandamikið innfyri, serliga úr høgra borði og eisini úr vinstru síðu. Í 1. hálvleiki høvdu teir nógv hornaspørk og fýra upplagdar møguleikar, men Sámal Joensen bjargaði eina ferð á strikuni, og Jákup Mikkelsen hevði eina røð av bjargingum. Tvær vóru framúr, og ein ? tá teir heilfluktaðu úr sjey metrum eftir innlegg úr høgru ? var í heimsklassa.

Hóast teir ikki skoraðu, so hildu mótstøðumenninir á at pressa og trýsta, men sum 2. hálvleikur leið, var tað alt meiri sjónligt, at tað fór ikki at eydnast hjá teimum. Í 1. hálvleiki royndu teir ? umframt við vongspælinum ? eisini við kvikum eitt tvey samanspæli at seta seg ígjøgnum á miðásinum, og burturúr hesum stóðust vandamiklar frísparksstøður dygst uttanfyri brotsteigarmarkið, sum ikki góvu mál. Teir gjørdust ongantíð blankir mitt fyri eftir slíkt samanspæl, tí føroyska miðverjan hvørja ferðina máldi teir av og tipti fyri.

Í 2. hálvleiki ótolnaðust teir á heimaliðnum, samstundis sum áskoðararnir góvu sína misnøgd til kennar, teir fóru at senda skrábóltar í brotsteigin longri úti á vøllinum. Hetta treivst føroyska miðverjan sera væl við, og seinna umfarið vóru vandasjógvarnir heilt fáir og føroyska skútan var ongantíð um at kollsigla. Hugaligt var í tí sambandinum at staðfesta, at sjálvt um tað oysregnaði alla tíðina, og ikki serliga slætti vøllurin harvið var bæði vátur og tungur, so bilti tað ikki nakað serligt við orkuni.


Uppskriftin

Tað man vera langt síðani, at føroyska landsliðið hevur havt so lítið at bjóða uppá í álopspartinum, sum teir høvdu hesa ferð. Málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini, men alíkavæl var møguleikin fyri at hava øll trý stigini við um Eystrasalt og til Skotlands ongantíð burtur, og í veruleikanum kendist tað, sum um sigurin var ongantíð so nær, sum tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Tað var hesa løtuna, tá heimaliðið flutti sítt fólk longri fram, og áskoðararnir spottaðu teir, at verjuparturin hjá teimum var heilt tunnur.

Todi Jónsson, sum annars fyri tað mesta hevði til uppgávu at verja heldur enn at hótta mótstøðumálið, fekk ein møguleika, ið var nett av sama slagi, sum hann avgjørdi niðri á Malta uppá, men hesa ferð fór skotið við síðuna av. Uni Arge, ið arbeiddi sum ein hestur, smekkaði eina ferð úr vinstru og í síðunetið. Hann hevði ikki fingið eyga á, at Todi Jónsson var púra leysur í hinum borðinum. Og Julian Johnsson sleyt seg ? eftir sending frá Henningi Jarnskor - leysan í vinstru, men eingin var undir málinum at prika innleggið um strikuna.

Í 1. hálvleiki vóru føroysku møguleikarnir so at siga eingir. Okkara menn tóktust so strongdir av stóra áganginum, at teir høvdu lítið ella einki yvirskot at halda uppá bóltin, tað hevði óneyðug bólttap við sær, og tað var rár hending, at tað á miðvøllinum eydnaðist at samanspæla fleiri enn tríggjar ferðir .

Besti næstan málmøguleikin var, tá Henning Jarnskor sendi diagonalt til hin vongverjan, Pól Thorsteinsson, ið var um at gerast leysur, men misti javnvágina, tá hann skuldi seta ferð á móti málinum, og eina løtu lá hann skaddur uttanfyri vøllin.

Spælið fleyt ikki, og møguleikarnir vóru fáir og smáir. Alíkavæl var javnleikurin ikki púra við síðuna av, soleiðis sum tað tørnaði út, og tað átti kollektivið æruna av. Julian Johnsson, John Petersen og Sámal Joensen lógu í útgangsstøðuni á linju á miðvøllinum. Teir arbeiddu sera nógv, og teir tóku broddin av nógvum álopstrýsti. Í miðverjuni vóru Jens Kristian Hansen, Hans Fróði Hansen og Óli Johannesen sannir brandar, bæði niðri á svørðinum og í luftini. Sammett við ferðina til Baltikum fyri fýra mánaðum síðani var hugburðurin ikki at kenna aftur. Spælararnir ofraðu seg, sum teir gjørdu fyri átta árum síðani í Landskrona, men teir høvdu høvdið meiri við í, hvussu teir bóru seg at, enn óroyndu menninir høvdu ta ferðina. Og úrslitið var gott. Verður hugburðurin tann sami í annaðkvøld, verður talan ikki um nakað skrædl, og allir spælararnir vístu, at teir eru so mikið at sær komnir, at tað als ikki er púra burturvið at droyma um meiri enn eitt tepurt tap.