Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa í felag fyri stórfingnum tiltaki, Føroysku tónlistavirðislønirnar, har tey varpa ljós á og heiðra bestu avrikini í føroyskum tónleiki í 2013.
Fyriskipararnir meta, at tað er neyðugt við einum árligum tiltaki, sum fagnar føroyskum tónleiki og gevur føroyskum tónlistafólkum ta virðing, tey hava uppiborið. Eitt stórt tiltak, har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar eru í miðdeplinum.
Føroysku tónlistavirðislønirnar - ella FMA (Faroese Music Awards) - kemur sum beinleiðis avloysari fyri Planet Awards, ið Miðlahúsið hevur skipað fyri undanfarin ár.
Føroysku tónlistavirðislønirnar er eitt fevnandi tiltak. Tí hava fyriskipararnir boðað frá kunnandi fundi um Føroysku tónlistavirðislønirnar í Norðurlandahúsinum mikudagin 15. januar klokkan 17.00. Hesin fundurin vendir sær til føroysk tónleikafeløg, forløg, útgevarar, konsert- og festivalfyriskiparar og aðrar áhugapartar.
Fyrireikingarnar av Føroysku tónlistavirðislønunum eru farnar í gongd, og fundurin mikudagin er ein liður í hesum arbeiðinum.
Sjálvt tiltakið Føroysku tónlistavirðislønirnar verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 15.mars, og verður tað útvarpað í Kringvarpi Føroya og á Rás2.