Nýggjar fótbóltslógir

Komandi ár verður roynd gjørd í ensku Premier League, sum ætlandi skal steðga seinkingum við frísparksstøður

Jákup Mørk


Frá komandi kappingarárið at rokna vilja onglendingarnir hava spælararnar at skikka sær betur, tá teir eru á vøllinum.

Hesuferð verður lagt eftir seinkingunum, sum ofta íkoma, tá fríspørk skulu takast, har onkur spælari stillar seg ov nær bóltinum, so dómarin má biðja leikaran flyta seg, áðrenn frísparkið kann takast.


Flyta bóltin fram

Sum er eigur hetta at revsast við gulum korti, men alt ov ofta sæst dómarin bert veittra spælaran longu burtur, uttan at nøkur revsing verður givin.

Frá komandi kappingarári at rokna verður hetta tó broytt. Nýggja lógin, sum í fyrsta umfari verður roynd í Onglandi, gevur nevnliga dómaranum loyvi til at flyta bóltin 9,15 metrar fram á vøllin, umframt at leikarin, sum seinkar frísparkinum framvegis eigur gult kort.

Viðførir hetta, at bólturin verður førkaður inn í brotsteigin, er framvegis talan um fríspark, og ikki brotsspark.


Ongin orsøk til ótta

Talsmaðurin fyri ensku Premier League, Mike Lee, greiður frá, at talan er um eitt tiltak, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, leingi hevur havt í kvittanini. Skipanin hevur verið roynd á lægri støði eina tíð, og millum annað varð hon nýtt í steypakappingini hjá smærru feløgunum í Onglandi, Auto Windscreen Shield.

Fyri at meta, hvørt skipanin er nóg góð til fótbólt á hægsta støði, vil FIFA tó royna hana í onkrari av fremstu deildunum, og hava Onglendingar bjóða seg til.

Summi eru kanska bangin fyri, at hetta fer at elva til ruðuleika á vøllinum, tá talan eisini er um metingar hjá dómaranum, men hesum er Mike Lee als ikki bangin fyri. Í allari Auto Windscreen Shield kappingini varð bert neyðugt at nýta reglunar 6 ella 7 ferðir, tí leikararnir funnu skjótt út av, at tað ikki loysti seg at seinka fríspørkunum.


Ongland gongur á odda

Hetta er ikki fyrsta ferð, at Ongland gongur á odda, tá nýggj tiltøk skulu setast í verk innan fótbóltin. Fyri einum 20 árum síðani vóru onglendingar teir fyrstu, sum royndu seg við 3-stiga skipanini, har ætlanin var at minka um úrtøkuna fyri javnleikir, og hendan royndin eydnaðist somikið væl, at so at siga øll onnur lond eini tíggju ár seinni gjørdu av at fylgja ensku stigaskipanini.